Hvalbiar Bygdaráð hevur leingi arbeitt við møguleikanum at gera ein bátahyl afturat í bygdini.Hugsað verður um at leggja bátahylin innanfyri flakavirkið á Hamranesi.
Hetta er ein spurningur, sum bygdaráðið hevur umhugsað í eina tíð og á fíggjarætlanini í ár eru 300.000 krónur játtaðar til at projektera ein bátahyl fyri.
Bygdaráðið hevur áður samtykt at fara undir hylin, treytað av at tey fingu neyvari upplýsingar frá Landsverki sum vístu, at tað læt seg gera, tekniskt og fíggjarliga.
Og nú hevur bygdaráðið samtykt at brúka peningin og at projektera hylin, fyri at fáa eina neyva kostnaðarmeting.
Bygdaráðið hevur áður fingið eina meting, sum sigur, at ein bátahylur til 48 bátar, kostar 4,6 milliónir, við bátabrúm og øllum. Men tá er mvg ikki við.
Men hylurin, sum nú er stungin út í kortið, er til 60 bátar. Hinvegin varð ført varð fram, at tað var ikki neyðugt at leggja allar brúgvarnar út beinanvegin.
Royndir, vísa, at ein bátahylir framvið landið innanfyri Hamranes, verður kyrrur og góður, men summir bygdaráðslimir vildu hava neyvari kanningar, tí teir stúrdu fyri, at alda fer at sláa aftur og inn í hylin á vissum ættum.
Bygdaráðslimir vístu eisini á, at skal hylurin gerast, verður neyðugt at koyra ígjøgnum túnið hjá flakavirkinum við gróti til hylin. Tí vilja bygdaráðslimir eisini hava greiði á, um loyvi fæst til tað. Fæst tað ikki, má nýggjur vegur gerast til hylin omanfyri flakavirkið.