Prógv í føroyskum máli og føroyskari mentan

Í dag fekk næsta liðið av útlendingum, sum hava fingið útbúgving í máli og mentan á Kvøldskúlanum, handað prógv á Reinsarínum.

Í dag fekk næsta liðið av útlendingum, sum hava fingið útbúgving í máli og mentan á Kvøldskúlanum, handað prógv á Reinsarínum. Fyrra liið fekk síni prógv handaði í mars í ár. Talan er um eitt skeið á kvøldskúlanum, har útlendingar fáa undirvísing í føroyskum máli og føroyskari mentan.

 

- Eitt opið samfelag við tolsemi skapar eitt umhvørvi, sum er merkt av trygd, frælsi og trivnaði, sum náttúrliga dregur fólk til sín. Tí hoyrast eisini mong tungumál í havnargøtum. Hetta er eitt margfeldið, vit ynskja. Og gera vit tað, so mugu umstøðurnar lagast hareftir, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í røðu síni til næmingarnar.

 

- Vit vita - og tað hava fleiri tykkara eisini gjørt vart við - at málið er lykilin til mentanina - og mentanin er lykilin til samfelagið. Vónandi koma tit øll at kenna úrslitið: at dyr verða latnar upp fyri tykkum, at tit fáa brúkt tykkara útbúgvingar í Føroyum, at tit í størri mun kenna hetta at hoyra til og vera partur av eini heild, segði borgarstjórin.

 

Útlendingarnir í býnum hava áður gjørt vart við, at teir kundu hugsað slr eitt stað at hittast í býnum og í hesum sambandi hevur kvøldskúlin leigað Pæsastovu til endamálið. Heðin Mortensen nevndi eisini í røðu síni, at samráðingar í løtuni eru millum Kvøldskúlan, Tórshavnar kommunu, ALS og Mentamálaráðið um at skipa eitt framhaldsskeið fyri útlendingarnar uppá 400 tímar komandi ár og at upptøkuroyndir verða ætlandi í heyst.

 

- Eg vóni, at hetta skeiðið hevur betrað tykkara førleikar á arbeiðsmarknaðinum, økt tykkara møguleikar fyri sosialari samveru og hjálpt á øllum teimum økjum, ið kunnu gera tykkara gerandisdag lættari.

 

- Og tit næmingar - hjartaliga vælkomin til Havnar og hjartaliga tillukku við próvnum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.