Progressivur poppur í regninum

Petur Háberg og bólkur hansara spældu ein ta bestu framførsluna á Fjarðafestivalinum í oysregni á graslíkisvøllinum aftan fyri Kelduna.

Ummæli



Petur Háberg og hansara bólkur høvdu eina stóra avbjóðing við at fáa fólk út í regnið at lurta eftir sær, og enn størri avbjóðing við at halda fólk úti í regninum. Hetta vóru teir eisini greiðir yvir, og Petur segði bart út, at hann ikki bleiv firtin, um fólk fór inn í turru Kelduna, men sum framførslan gekk, legðist fólk afturat, og bert fá fóru inn at kroka.

Petur var fyri nøkrum vikum síðan, tann seinasti, ið megnaði at gjøgnumføra sína framførslu á Summar Festivalinum, og sum hann stóð har í regninum aftan fyri Kelduna, segði hann seg kenna seg heldur forfylgdan av illveðri.


Søtt í beiskum búna

Bólkurin spældi eitt slag av progressivum nútíðarpoppi, sum leiddi tankarnar til bólkar sum Carpark North, men eisini til íslendska popp gandakallin Mugison.

Røddin hjá Peturi hevur karakter og er egin, hon er tó dekan ov sukursøt, og hetta kann lætt gera tónleikin eitt sindur vamlisligan. Men í Petur Háberg konseptinum hendur hetta ikki. Bólkurin spælir eitt beiskt, skitið og ópolerað bland, og tí blívur tað ongantíð ov søtt. Petur er ikki longur singer/songwriter, men er vorðin ein habilur popp/rokk sangari, og hetta er vert at gleðast um. Í fyrsta lagnum, royndi Petur seg einsamallur á pallinum við kassagittara. Hetta undirstrikaði bara enn meira, hvussu gott tað er, at hann hevur fingið ein hart rokkandi bólk at spæla saman við.


Sjarma og sjálvsálit

Hann er ein sangari, sum er ómetaliga sjarmerandi og dugir væl at vinna hjørtu. Vælklæddur, penur og gjøgnumført fittur. Hann hevur eisini eitt ótrúligt sjálvsálit, og hóast ein strongur slitnaði, so helt hann fram, og spardi ikki upp á orkuna. Tú kundi ikki annað, enn at lata teg smitta av spæligleðini, ið strálaði ikki bert frá Peturi, men eisini frá bólkinum, ið veruliga tyktist at elska at spæla henda tónleik.