Aðalfundur
Føroya Ráfiskakeyparafelag hevur havt aðalfund og formaður felagsins seinastu árini, Egil Olsen, er ikki longur í nevndini.
Á fundinum boðaði hann frá, at hann sum nevndarlimur í átta ár, harav tvey tey seinastu árini sum formaður, nú ynskti at gevast í nevndini.
Tveir av nevndarlimunum stóðu fyri vali, Egil Olsen og Egil Johansen, sum tók við afturvali. Nýggjur í nevndini fyri Egil Olsen er Andrias F. Hansen, sum í dag er framleiðslustjóri á virkjunum hjá Sandoy Seafood.
Hinir nevndarlimirnir í Føroya Ráfiskakeyparafelag eru Meinhard Jacobsen, Petur H. Mohr og Páll Gregersen.
Proformasølur
og lønarvøkstur
Frásøgnin hjá formanninum í Ráfiskakeyparafelagnum snúði seg í stóran mun um truplu støðuna í flakavinnuni.
- Í 2003 høvdu flakavirkini eitt vánaligt ár, og samanlagt høvdu virkini einki yvirskot. Í farna ári er støðan versna, og fyribils metingar siga, at virkini samanlagt fáa eitt hall, sum kann tátta í 45 miljónum krónum.
Víst verður á, at lønarvøksturin hevur verið stórur, og hevur hetta ávirkað úrslitið sera nógv. Onnur viðurskifti, sum fallandi fiskaprísir, gjaldoyraviðurskifti og smáfallandi fiskur, hava eisini ávirkað støðuna skeivan veg.
Kjakið á aðalfundinum hjá Ráfiskakeyparafelagnum var merkt av ymiskum spurningum í samband við ?fiskapakkan?, sum hvarv ? og um russisku skipini, sum taka ímóti føroyskum upsa.
- Størsti einstaki trupulleikin hjá føroysku flakavinnuni er proformasølurnar, staðfestu limirnir í felagnum.
Ætlandi var nýggja nevndin í Føroya Ráfiskakeyparafelag saman á fundi í gjár og skipaði seg, men hesin fundur hevði ikki verið, tá ið blaðið fór til prentingar.