Vassula Rydén er kendasti profetur í okkara tíð. Hon er ein partur av traditiónini frá Birgittu av Vadstena og útinnir somu profetisku tænastu. Hon hoyrir til ta Griksk-ortodoksu Kirkjuna, er gift við einum svenskum diplomati og býr í Grikkalandi.
Í sínum fyrilestrum fortelir hon um teir boðskapir, sum hon í 25 ár hevur skrivað niður fyri Kristus og sum hava ført við sær, at túsundavís av menniskjum hava fingið íblástur til eina livandi trúgv. Boðskapirnir eru umsettir til yvir 40 tungumál og handla um sáttargerð millum Guð og tann einstaka, og millum menniskju. Teologar hava skrivað fleiri bøkur um hennara profetisku erfaring og boðskapir.
Sum allir profetar fyrr í søguni er Vassula ein umrøddur persónur. Trúarlærumyndugleikarnir í Katólsku Kirkjuni sendu í 1995 eitt skriv við leiðbeiningum og ávísum fyrivarni til allar tess bispar viðvíkjandi boðskapum og virksemi hjá Vassulu Rydén. Summarið 2004 hava somu Trúarlærumyndugleikar positivt endurmett sína støðutakan aftaná samskifti við hana um boðskapirnar. Ein full frágreiðing um hetta samskifti finst á www.cdf-tlig.org. Sjálvt skrivliga innihaldið í samskiftinum finst á www.tlig.org/cdf. Í mars 2011 gav Patriarkatskrivstovan hjá Ortodoksu Kirkjuni í Istanbul somuleiðis út eitt atfinningarsamt skriv. Skrivið er av ávísum viðmerkjarum vorðið tulkað sum ein ekskommunikatión ella útihýsing frá tí Ortodoksu Kirkjuni, men hetta ger seg ikki galdandi uttan samskifti (sí meira á www.sandtlivigud.dk).
Síðani 1988 hevur Vassula Rydén haft yvir 700 fyrilestrar í meira enn 60 londum, millum annað innan fyri ST og Heimsráðnum hjá Kirkjum í Geneve. Hon hevur fleri ferðir tala fyri sløkum 400.000 menniskjum. Hon verður javnan innboðin av menniskjum frá teimum stóru kirkjusamfeløgunum og í fleri førum eisini av umboðum frá øðrum átrúnaðum. Í árinum 2003 fekk Vassula Rydén, sum sjálv stendur føst við sína kristnu boðan, ein millum-átrúnaðarligan prís, stovnaður av buddhistum, fyri hennara íkast og stremban eftir friði millum fólk og átrúnaðir.
Vassula kemur nú fyri fimtu ferð til Norðurlond. Á ferðini vitjar hon Danmark, Svøríki, Norra, Finland, Letland og Føroyar. Vassula verður presenterað gjølla í sínum bókum og á netsíðunum www.tlig.org og www.sandtlivigud.dk.
Harumframt kann ein lesa meira um hana í hesum bókum hjá Niels Christian Hvidt, lektor, theol.dr.: Christian Prophecy – the Post-Biblical Tradition, Oxford University Press 2007 (fororð av páva Bænadikt XVI – sí www.christian-prophecy.org) og Mirakler – Møder mellem Himmel og Jord, Gyldendal 2001 (sí www.mirakler.info)











