Profetiir og grøðing í Filadelfia

Um vikuskiftið verður ráðstevna í Filadelfia í Havn, har dentur verður lagdur á andaligar gávur.

Hvítusunnan er sum vera man ein stór høgtíð hjá hvítusunnusamkomunum. 

 

Tað var á hvítusunnu, at Heilagi Andin varð sendur til jarðar og setti seg á lærusveinar Jesusar og teir fóru at tala í tungum. Og tað er júst læran um Heilaga Andan, tungutalan og aðrar andaligar gávur, ið sermerkja hvítusunnusamkomurnar í mun til onnur kirkjufeløg.

 

Hesa hvítusunnu hevur samkoman Filadelfia fingið vitjan úr eini samkomu í Onglandi. 22 fólk koma úr London at halda skeið í andaligu gávunum. Heitið á stevnuni er Eldkveikjarar, og endamálið er at gera teg føran fyri at liva títt lív, soleiðis at Gud verður ein sannroynd í tínum gerandisdegi, siga fyrireikararnir. Serligur dentur verður lagdur á grøðing og profetering.

 

Stevnan er samansett av talum, bólkasamrøðum og smærri verkstovum og varðar frá fríggjadegnum til mánadagin.