Professionellir fiskimenn ella mjólkneyt

Í beinleiðis sending á Rás2 klokkan 16 í dag, fær Óli Breckmann politikarar og fakfólk at kjakast um stórmál

Skulu føroyskir fiskimenn í framtíðini verða professionellir, ella skulu teir verða mjólkneyt hjá politikarum at keypa sær atkvøður fyri?

 

Tað eru tveir spurningar Óli Breckmann setir í beinleiðis kjaksending á Rás2 klokkan 16 í dag, mikudagin.

 

Við pallborðið á Rás2 at viðgera málið, sita tveir politikarar og tveir fakmenn. Teir báðir politikararnir eru Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.

 

Teir báðir fakmenninir eru Christian Andreasen, løgfrøðingur og Kári Petersen búskaparfrøðingur.

 

Evnið, teir fara at viðgera, er hvussu okkara fiskivinna skal skipast eftir 2018, tá ið skipanin, vit nú hava, fer úr gildið.

 

Spurningar, teir fara at viðgera, er, um fiskurin er ogn Føroya fólks, sum tað so flott eitur og, hvør skal sleppa at fiska hann.

 

- Ella er hugtakið Ogn Føroya Fólks í stríð við grundlógina?

 

Í hesum sambandi fer Óli Breckmann eisini at spyrja kjakararnar, hvønn leiklut privati ognarrætturin skal hava til skip, kapital, fiskavirki í framtíðar fiskivinnuni?

 

Aðrir spurningar, sum verða settir, eru:

 

- Hvør umboðar “Føroya fólk” í fiskivinnuni, er tað Løgtingið, almenna embætisveldið ella annar myndugleiki?

 

- Hvørjar ætlanir hava politikarar, fiskimenn og onnur áhugað í føroysku høvuðsvinnuni frameftir?

 

- Sleppa teir somu, sum hava fingist við fiskiveiði síðan slupptíðina, at halda fram eftir somu skipan eftir 2018?

 

- Skal fiskivinnan stýrast politiskt, so at eingin sleppur til fiskiskap, uttan fyrst at gjalda fyri at kunna loysa og síðan avhenda veiðina til almennar myndugleikar?

 

- Skulu fiskimenn vera sum kýr, hvørs uppgáva í fyrsta lagi er at verða ‘mjólkaðir’ av tingmonnum at keypa sær atkvøður fyri?

 

Skulu vit flyta vit frá skipanini, vit nú hava, við professionellum fiskimonnum, til eina uppboðsskipan, har hvør sum helst, bæði føroyingar og útlendingar, skulu kappbjóða um fiskiloyvi?

 

- Hvør sleppur at kappbjóða um fiskiloyvini? Hvørji skip verða brúkt, tey bíligastu ella tey bestu?

 

- Halda vit fram eftir somu skipan sum higartil, ella enda vit sum eitt nú Falkland, har øll onnur, serliga lond við lágum kostnaðarstøði og lønarútreiðslum, Kina, Vietnam, Rusland, klára at bjóða mest fyri fiskiloyvini við Føroyar?