Professionell móttøka í Runavík

Móttøkan, stóra týska ferðamannaskipið Deutchland, fekk í Runavík gjár var óvanliga væl fyriskipað. Kommunan bjóðaði millum annað mannngini á ein ókeypis busstúr við ferðaleiðara, og sjálvt handlarnir vóru klárir at taka ímóti evru gjaldoyra


Týsmorgunin legði Deutchland, sum er stórsta og stásiligasta ferðamannaskipið í Týsklandi, at bryggju í Runavík. Við vóru út við 500 týsk ferðafólk, umframt manningina. Umboðsmaðurin hjá Deutchland, Jóhan Mortensen sigur, at tað var ein stór fragd at verða við til sera væl fyrireikaðu móttøkuna, mynduleikarnir í Runavík góvu stóra skipinum og gestunum.
Væl fyrireikað
Mynduleikarnir í Runavík høvdu rættiliga spílað seg út at taka ímóti skipi og ferðafólkum, tá Deutchland legði at bryggju týsmorgunin. Havnarskrivstovan var væl fyrireikað, og fólk frá Kunningarstovuni stóðu klár at kunna um landið og økið og svara spurningum. Ferðafólkini, ið høvdu hug at fara til handils, rendu seg heldur ikki í trupulleikar, tí kommunan hevði boða handlunum frá, so teir kundu gera seg klárar at taka ímóti evrum.
- Eg var satt at siga sera ovfarin av, hvussu høgum støði móttøkan var á uppá allar mátar. Blíðskapurin var óførur, og alt riggaði, sum tað skuldi niður í minsta smálut. Eitt av ferðafólkunum hevði til dømis brúk fyri læknahjálp, tá skipið legið at, at tað gekk bert ein lítil løta, so stóð sjúkrabilurin klárur á keiuni, greiðir Jóhan frá.
Seinni á degnum skipaði Runavíkar Kommuna fyri ókeypis bussferð fyri allari manningini umborð á skipinum. Við Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum ferðaleiðara, gekk leiðin millum annað ein túr til Æðuvíkar, har gestirnir fingu turran fisk og eina góða føroyska øl.
Áðrenn skipið fór avstaðaftur, var borgarstjórin Rodmundur Nielsen umborð á skipinum, har hann handaði skiparanum eina modellslupp sum gávu til Deutchland
Ferðamannaskipini flokkast til Føroyar
Deutchland hevur verið í Føroyum fleiri ferðir fyrr, men hetta var fyrstu ferð skipið legði at í Runavík. Jóhan Mortensen hevur umboðað skip av hesum slag í fleiri ár, og ivast ikki í at Runavík framyvir ferð at verða ein týðandi kappingarneyti hjá Havnini at taka ímóti slíkum skipum.
- Runavíkar havn er ómetaliga væl egnað til at taka ímóti so stórum skipum. Her er sera frítt fyri allastaðni, gott pláss og kyrrupláss mest sum alt árið. Sera nógv áhugaverd ferðavinnumál eru eisini í økinum, so tað er neyvan nakar ivi um, at Runavík fer at verða alsamt meir brúkt til at taka ímóti stóru ferðamannaskipunum, metir Jóhan, og leggur afturat, at fleiri skip longu hava biðið um atløgupláss í Runavík í summar.
Og nógv bendir eisini á, at Føroyar eru vorðnar eitt sera vælumtókt ferðavinnumál hjá stóru ferðamannaskipunum. Sigurd Simonsen á Hoyviking Tours er ein av teimum, sum skipar fyri útferðum við gestum av stóru ferðmannaskipunum. Sigurd hevur júst gjørt tvær útferðir við gestum av Deutchland og hevur bíleggingar at gera útferðir við gestum av ikki færri enn 29 skipum afturat í summar.