Atlantsflog hevur nú sjálvt gjørt eina kanning av partabrævahandlinum, sum hevur verið so umstríddur. Professari heldur, at nevndin gjørdi einki skeiv í sambandi við handilin Professarin í løgfrøði, Erik Werlauf, sigur í sínari niðurstøðu, nevndin í Atlantsflogi bæði rættarliga og handilsliga fór rætt fram, tá hon keypti partabrøv frá fýra leiðandi persónum í felagnum.
Tað var eftir nógvu umrøðuna í sambandi við handilin, atnevndin í Atlantic Airways herfyri bæð høgt virda danska professaran gera eina løgfrøðiliga meting av málinum, og í síni frágreiðing greitt, at nevndin gjørdi onki skeivt í málinum.
Erik Werlauff sigur í síni niðurstøðu, at ?den beslutning, der i juni 2008 blev truffet af bestyrelsen for Atlantic Airways om at lade selskabet købe halvdelen af de aktier, der ejedes af selskabets 4 ledelsesmedlemmer, var både retmæssig og forretningsmæssigt velbegrundet.?
Erik Werlauff heldur, at nevndin ikki á nakran hátt gjørdi seg inn á lógarásetingina um, at partaeigarar skulu viðfarast eins, sum annars hevur verið høvuðsákæran ímóti partabrævahandlinum.









