Norski yvirlæknin og professarin, Pål Andrè Holme, er vísur í, at deyðføllini, sum illgruni hevur verið um hava samband við koppseting við AstraZeneca, veruliga hava sína orsøk í hesum umstrídda koppingarevni.
Pål Andrè Holme er vísur í sínari søk. Eftir at hava arbeitt við hesum av øllum alvi í fleiri dagar, er hann vorðin enn vísari í, at deyðføllini orsakað av blóðtøppi hava sína orsøk í umrødda koppingarevninum.
- Vit mugu gevast at hugsa um, hvørt samanhangur er ella ei. Øll hesi dømini, sum talan er um, eru hend millum tríggjar og tíggju dagar eftir koppseting, har fólk eru vorðin rættiliga sjúk.
Yvirlæknin og professarin vísir í samrøðu við tv2.no á, at hann ongar aðrar "útloysandi faktorar" hevur funnið í sínum kanningum av teimum deyð, sum øll vóru yngri enn 55 ár.
Ein bólkur á norska Ríkissjúkrahúsinum hevur undir leiðslu av Pål Andrè Holme av øllum alvi arbeitt við at finna út av, hví trý fólk yngri enn 55 ár doyðu, eftir at tey høvdu fingið álvarsligar blóðtøppar, tá tey høvdu fingið koppseting við AstraZeneca.
Bólkurin sær nú bert ein møguleika til hesi deyðsføll, og hesin er AstraZeneca koppingarevnið. Allir tríggir sjúklingarnir høvdu eina óvanliga sjúkugongd, og felags fyri tey øll var, at tey vóru frísk fyri koppseting.
- Hesi trý fólkini høvdu øll serstakar blóðtøppar, flættað við, at tey eisini høvdu ábendingar um bløðingar og lág blóðplátutøl, sigur læknin og professarin.
Pål Andrè Holme leggur aftrat, at tey í sínum kanningum hava funnið "en kraftig immunrespons som har dannet antistoffer mot blodplatene...", og hetta kann elva til blóðtøpp og lágt tal av blóðplátum.
Men, merkir tað so, at tit nú kunnu gera tykkum ta niðurstøðu, at tað er samanhangur millum tilburðirnar við blóðtøppi og AstraZeneca-koppingarevnið?
- Eg síggi í løtuni ikki aðrar møguleikar.
##med2##
Eru tit so vísari í hesum nú, enn tit vóru fyri hin 18. mars?
- Ja.
Orsakað av atlitum um persónsverju vil læknin og professarin ikki greiða frá í smálutum, hvussu sjúkugongdin hjá hesum trimum fólkunum, sum doyðu av blóðtøppi, var, men hann leggur dent á, at tey øll vóru ógvuliga, ógvuliga sjúk, sum hann málber seg.
Tv2.no veit at siga, at nú verður arbeitt av øllum alvi fyri at finna út av, um nøkur fólk kunnu vera meira sárbar móti júst hesum koppingarevni enn onnur, soleiðis at tey eisini fáa álvarsligari hjáárin av AstraZeneca enn onnur.
- Vit mugu finna út av, hví júst hesi fólkini gjørdust so sjúk, tá onnur eingi hjáárin fáa, og hetta er í løtuni tann stóri spurningurin, leggur læknin og professarin, Pål Andrè Holme, aftrat.