Professarar mótmæltu

Týsdagin gingu umleið hundrað professarar mótmælisgongu uttan fyri tann størsta lærda háskúlan í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo.

Hetta var aðru ferð, at teir egyptisku professararnir gingu mótmælisgongu, har teir mótmæltu, at teir politisku myndugleikarnir leggja seg út í arbeiðið á teimum lærdu háskúlunum. Tann fyrra mótmælisgongan var ttan fyri ein lærdan háskúla har suðuri í landinum mánadagin.

Mótmælisgongan týsdagin endaði við, at professararnir handaðu myndugleikunum eitt skriv, har teirmótmæla, at tær egyptisku trygdardeildirnar leggja seg út í viðurskifti á háskúlunum. Teir mótmæltu eisini, at ein professari er sagdur úr starvi utta nakra greiða grundgeving.

Síðani Hosni Mubarak, forseti, broytti grundlógina fyri trimum mánaðum síðani, hava altsamt fleiri egyptar kravt st'ørri nýskipanir og meiri demokrati í landinum, skrivar AP úr Kairo.