Hann hevur arbeitt saman við artistum so sum Bob Dylan, Peter Gabriel og so sjálvsagt eisini við U2.
Daniel arbeiddi á fyrsta sinni saman við U2 á útgávuni The Unforgettable Fire, og í 1987 produseraðu hann og Brian Eno so saman útgávuna The Joshua Tree, sum hann vann ein Grammy fyri. Í 1991 arbeiddi Lanois so aftur við U2 á somuleiðis grammy-vinnandi útgávuni Achtung Baby.
Sjálvur leggur Lanois dent á, at tað er altumráðandi at fáa eina góða framførslu frá orkestrinum/artistinum. Síðani kann byggjast á tað. Og hann er ikki bangin fyri at brúka tøknina.
Spurdur, um tað er týdningarmikið at vera á bylgjulongd - eisini á einum djúpri andaligum støði - sigur Lanois:
?Tað verður ikki nógv prátað um tað, men tað er, tá alt kemur til alt, tað mest umráðandi - kemiin. Tað er bláoygt at halda, at ein produsari kemur upp í leikin bara við tekniskari vitan og góðum, gomlum ráðum. Eg gevi plátuni tað, sum eg vaks upp við, mína tráðan, mínar vónir, mína trúgv, og mína umsorgan fyri góðsku. Hvør eg eri, sum ein persónur.
Fólk siga, ?Hvat gert tú í veruleikanum?? og mítt svar er, ?eg lyfti hýrin?. Tað fer aftur um teknikk, tað er hinumegin alt tað, tú kanst lýsa og kanna út í æsir. Tónleikur er absolutt andaligur og grøðandi.?
Lanois greiðir víðari frá, hvussu Bono altíð roynir at skriva ein betri tekst, ella koma fram á eini betri melodi ella eina betri framførslu. So tú skyldar teimum, at kanna alt, venda hvørjum steini. Men tú mást eisini vera objektivur og siga, ?hetta? er melodiurin - sjálvt um vit hava onnur góð ting. Latið okkum gera hatta.?
Lanois heldur á: ?Tað ringasta er, tá onkur hevur lagt alstóra orku í okkurt - tí tá ynskja fólk at fáa nakað aftur fyri. Hvør einasta pláta, sum vit hava gjørt við U2 hevur havt ein av hesum sangunum. Á hesi síðstu plátuni vóru vit sannførdir um, at eini tvey løg fóru at vera rocksangirnir, vit høvdu brúk fyri, og teir fingu nógva umsorgan. Men hvørgin kom um málstrikuna. Í staðin voru eini 60-70 prosent av All That You Can?t Leave Behind gjørt á staðnum. Kanska er tað soleiðis, at U2 royna at verða verandi spontanir. Ger kiksararnar privat, og gev síðani naka út, sum er frískt.
Lanois viðgongur, at tað er eitt trýst at arbeiða við so stórum plátuætlanum, men hann vísir á, at hann er heppin at hava ein so dygdargóðan bólk at arbeiða við. Hann vísir eisini á, at trýstið ongantíð snýr seg um at selja. ?Trýstið snýr seg um at vera uppfinnsamur - at koma við nøkrum, sum er frískt, spennandi, ein nýggjur háttur at skoða tingini. Serliga við atliti til tónleikasøguna, og hvar vit eru júst nú. Vit hava 50 ár við elekstriskum guitarum á baki, og vit mugu vera uppfinnsom. Tað er hart. Edge hevur altíð megnað at vera tað. Sjálvt á hesi útgávuni kemur hann víð nýggjum ljóðum, sum eru sera hugtakandi.
Spurdur um, hvat hansara yndislag er á fløguni, sigur Daniel Lanois, at ?Beautiful Day? er hansara farvorittur.