Proclaim (FØ)

Proclaim er sprottin úr Heimamissiónini. Teir fimm ungu menninir eru til dagligt virknir innan ungdómsarbeiðið í Heimamissiónini, og hava spælt nógv á tiltøkum og møtum í hesum sambandi.

Fyrstu stigini til bólkin vóru tikin á árliga sangskeiðinum hjá Heimamissiónini í 2004. Fyrsta framførslan var á árligu gospel konsertini hjá Heimamissións Ungdómi í 2005, síðan tá hevur bólkurin spælt nógv kring Føroyar. Tónleikurin er lættur poppur við lættskiljandi tekstum. Serliga røddin hjá sangaranum Bjarti Johannesen er góð, og hóskar væl til vakra poppin.