Fríðálvur Jensen
Tað ultimativa má altíð verða, at tónleikurin kemur í fyrstu røð, men nú tað kann staðfestast, at Prixið er rokið, skal enn størri fokus setast á, í hvønn mun vit vilja hava tónleikin fram
Fleiri ferðir hava vit ført fram, at tónleikurin kundi verið eitt alternativ til fiskivinnuna o.a, men fyri mong av okkum kann tað tykjast, eftir at avgerðin er tikin um, at Prix Føroyar ikki verður ein partur at føroyska tónleikapallinum, at vit ikki eru sørt fjálturstungin.
Vit skulu minnast til, at t.d. karrieran hjá Eivør o.ø. júst er sprottin úr Prixinum, og tí má tað vera ein løgin kensla, at nú skal hesin møguleikin ikki verða at finna longur.
Sjálvur eri eg ikki vísur í, at hetta er ein fremjandi og nýskapandi avgerð men tað er nokk ikki tí støðan er sum hon er men skal nakað beinast av vegnum, skal eitt ella annað koma ístaðin alt annað gevur onga meining.
Festivalarnir er IKKI avloysarin
Eg eri sannførdur um, at festivalarnir ikki er nakar avloysari til Prixið, og tí eri eg eitt sindur bangin fyri, at tað veruliga ikki er tann stóri møguleikin at fáa eygað á talentini, og tískil detta mong hesum niður ímillum.
Alt hevur sín prís, plaga vit at siga, men her er prísurin sera stórur bæði, tá hugsað verður um stóra arbeiði hjá Musikkskúlanum o.ø, og tað arbeiðið tann einstaki leggur úr hondum.
Tað er nú einaferð so, at, innan undirhaldsvinnuna, er tað alla tíðina ein spurningur um at gera seg sjónligan, og nú mugu vit so staðfesta, at ein av hesum møguleikunum hevur fingið eitt slag fyri bógvin.
SETIÐ TÓNLEIKIN Á DAGSSKRÁNNA!
Eitt er at geva skarvin yvir og eitt annað er so at vísa á alternativir, og so er spurningurin um vit hava nakað at seta ístaðin.
Onki er lýtaleyst og uttan feilir, men eg má siga sum er, at eg føli hetta at verða eitt afturstig, og eri stórliga bangin fyri, at enn einaferð hevur tónleikurin, og tey sum ROYNA at arbeiða fyri hesum, ligið STÓRTAP!
Havi fleiri ferðirnar hoyrt hetta, at tónleikurin ikki skal verða ein kapping, men eitt kann eg so staðfesta, at verður ikki henda samantvinningin millum listarliga- og kappingarliga partin ikki gjørdur ein partur av tónleikinum, verða vit fyri stórtapi í sera hørðu altjóða kappingini.
Tónleikurin er eisini partur av LIBERALISTISKA rákinum
Um vit vilja tað ella ei, so er tónleikurin eisini ein partur av globaliseringini og tí liberalistiska rákinum, vit síggja um allan heimin, og tí mugu vit reisa okkum úr hesum jantaliga fjasinum, og heldur síggja møguleikarnar enn forðingarnar.
Vóni, at vit fara síggja brúkiligar loysnir tónleikinum at frama!