Prixið gongur skeiva vegin

Líggjas Olsen úr Déja Vu er ein av teimum mongu tónleikarunum, sum heldur, at íkomnu broytingarnar av Prix Føroyum eru til tað verra. ? Eg haldi, at Prixið gongur tann skeiva vegin nú, sigur Líggjas Olsen

Kjakið gongur heitt inni á tónleikaheimasíðuni pop.fo. Tónleikarar eru í øðini um broytingarnar í Prix Føroyar kappingini, sum vórðu gjørdar um vikuskiftið, og talan hevur enntá verið um at boykotta finaluna.
Fólkið er sloppið innaftur í hitan, og nú sleppur hvør Hanus og Janus, sum hevur hug til tess, at atkvøða um, hvør hann heldur eigur at vera vinnari av Prix Føroyar finaluni.
Men hetta eru nógvir tónleikarar als ikki glaðir fyri. Og ein av teimum er Líggjas Olsen, sum er við í finalubólkinum Déja Vu.
? Eg haldi, at Prix Føroyar gongur tann skeiva vegin nú. Hvør veit, hvussu tað verður næstu ferð. Kanska hyggjararnir tá fara at eiga 50% av avgerðini, sigur ein als ikki fegin Líggjas Olsen.

Showbusiness

Sjónvarp Føroya hevur leigað Per Zachariassen upp til Føroya, at framleiða finalusendingina í SvF, og heldur Líggjast, at tað er her mistakið liggur.
? Sjónvarpið hugsar meira um at sendingin og sjálvt showið skal vera so gott sum møguligt. Teir leggja upp til, at vit skulu arbeiða fyri teir, ístaðin fyri, at tað er hinvegin runt. Men teir vilja uttan iva tað besta, men hetta er heilt avgjørt eitt mistak, sigur Déja Vu sangarin.
Á vevsíðuni pop.fo spruttar veruliga undir lokinum, og sum sagt, so hevur boykott enntá verið upp á tal.
? Vit eru við uppá ein dialog, men tá vit komu í Norðurlandahúsið leygardagin, so var avgerðin longu tikin. Um vit skulu boykotta, so skulu allir bólkarnir vera við uppá tað, men eg kundi meira hugsað mær eitt skriv ella okkurt líknandi, har vit fingu sagt okkara meining, sigur Líggjas, sum leggur afturat, at hann heldur, at sjónvarpið er tann minst týðandi parturin av kappingini.
? Uttan útvarpið, so var ongin fløga og uttan Norðurlandahúsið, so var onki Prix, tí teir spýta jú nógvar pengar í hesa kappingina. Uttan sjónvarpið so vóru ongar myndir.
Líggjas heldur, at við hesum gongur finalan tnan 26. apríl meira út uppá showið enn nakað annað.
? Ein kennir seg sum eina vøru, sum skal út fyri at sjónvarpið skal fáa eina góða sending heldur enn at vit gera góðan tónleik, sum prixið jú er um, sigur Líggjas Olsen, sangari og ljómborðspælari í finalubólkinum Déja Vu at enda.