Hann er av kendastu Melodi Grand Prix legendum í Danmark, tí í 1982 sang hann sangin Video Video, sum í Danmark er ein klassikari, og sum eisini gjørdist kendur í Føroyum. Brixtofte sang tá við bólkinum Brixx.
Fyri kortum kunngjørdi Jens Brixtofte, at hann stillaði upp til býráðið í Odense fyri Socialdemokratiet.
Síðani góðu dagarnar við danska prix vinnarasanginum í 1982, hevur nú 60 ára gamli Brixtofte verið víðað. Hann hevur m.a. verið marketingstjóri, háskúlalærari, fólkaskúlalærari.
Men Jens Brixtofte verður ikki kommunalpolitikari fyri Socialdemokratiet í Odense, sigur formaðurin fyri flokkin í Odense. Gitt verður, at hetta hevur samband við ein twitter profilur finst, ið hevur navnið á Brixtofte, har neiligar viðmerkingar um jødar og muslimar eru. Og hetta hóskar ikki saman við tí, ið danski javnaðarflokkurin stendur fyri, sigur formaðurin í Odense.
Sjálvur skilir Brixtofte atfinningarnar, men sigur seg ikki standa aftanfyri profilin á twitter. Hann sigur seg heldur ikki hava samhuga við tí, ið verður ført fram har.
Jens Brixtofte er beiggi Peter Brixtofte, sála, ið var kendur og umstríddur borgarstjói í Farum.
Á myndini er hann í dag, og innset er mynd frá góðu døgunum í 80'unum, tá hann sang Video Video, har hann m.a er samn við Tommy Seebach.