ABC-flokkarnir eru samdir um, at privatu partaeigararnir í Atlantsflogi skulu kallast á fund um nevndarvalið, men ætlanin um at broyta nevndina er ikki slept Fyrrapartin hava Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin verið á fundi um spentu støðuna í sambandi við nevndarbýtið í Atlantsflog, og flokkarnir eru samdir um, at privatu partaeigararnir skulu kallast á fund í Vinnumálaráðnum at tosa um nevndarbýtið.
Har skal ein roynd gerast at fáa semju um nevndina í Atlantsflog, sum skal veljast á aðalfundinum fyrst í apríl.
Ætlanin hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, um at broyta samansetingina av nevndini, er tó ikki slept. Tað er hesa ætlan, landsstýrismaðurin fer at leggja fram fyri privatu partaeigararnar, sum eiga ein triðing av felagnum.
Politiska ósemjan millum Fólkaflokkin og hinar báðar samgonguflokkarnar er tí ikki fingin heilt út av verðini enn. Fyribils er ósemjan parkerað við einum fundi í Vinnumálaráðnum millum landsstýrismannin í vinnumálum og privatu partaeigararnar.