Privatir prýða um bygdina í Leirvík

Leirvík eigur privatpersónar, sum eru primusmotorar, ið vilja prýða og fjálga um í bygdini.

Á innsettu myndini síggja vit 85 ára gamla, Jógvan Elias Joensen, sum fíggjar ein stóran part av hesum arbeiði.

Sp/f Nýgerð er í løtuni í holt við eitt serstakt laðingararbeiði í Leirvík, har laðað verður niðan eftir vestaru síðu av Mataránni, sum rennur oman millum gomlu neystini í bygdini og út á sjógv.

Meðan Sp/f Nýgerð tekur sær av laðingini, tekur Poul Joensen, sum er entreprenørur í Fuglafirði, sær av planering og koyring. Mataráin kemur oman, har sandur eisini er vippaður oman í fjøruna til gleði og gagns fyri bæði stór og smá í bygdini.

Beint vestanfyri fyri Mataránna og líka sum ímillum gomlu neystini er fyri fáum árum síðan eisini bygdur ein krokk-vøllur, sum eisini hevur verið til mikla gleði fyri mong.

Tað sermerkta í hesum umhvørvi í Leirvík er, at tað serliga eru privatpersónar, sum eru primusmotorar og standa aftan fyri hesi økir og hesar verkætlanir, sum prýða og fjálga so væl um bygdaumhvørvið.

Persónar, sum ganga aftur í hesum sambandi sum privatir íleggjarar, eru eitt nú Jógvan Elias Joensen og Osmund Justinussen.

Laðingararbeiðið, sum nú verður gjørt við Mataránna og planeringsarbeiði, sum er partur av sama arbeiði, verður í stóran mun fíggjað av privatum - og í hesum førinum serliga av Jógvan Eliasi Joensen.

Laðingararbeiði í hesum umfari fevnir um einar 40 metrar niðan gjøgnum vestaru síðu av Mataránni. Ein tekning er gjørd av økinum, sum verður enn ein vakur blettur í Leirvík.

Nú vóna leirvíkingar, at kommunan fer at taka sær av eystara áarbakkanum, sum eisini er í ringum standi og rapar í støðum.

Sagt verður úr Leirvík, at síðan privatir fóru í holt við at hugna um økið niðri við gomlu neystini í Leirvík, eru fólk, sum eiga hesi neyst, eisini farin at hampa um hjá sær. Tað eru eisini tey, sum hava bygt sær neystini um til summarhús.