Privati Vælferðarpakkin klassakampurin endurføddur?

Vit liva í eini broytingartíð, verður ofta sagt í hesum døgum. Sipað verður bæði til tað sum hendir altjóða, men eisini í Føroyum. Aftaná stóru kreppubjargingarnar eru einskiljingar byrjaðar, vit hava sæð ognarbroytingar í vinnulívinum sum ongantíð áður, og fiskivinnan er ikki bara fiskur longur.

Ynski um eitt vælferðarsamfelag á hædd við grannalond okkara er sjálvsagt, men nógv bendir á at vit hava langt á mál á fleiri økjum. Fyri kortum var tað fyribils Pisa kanningin, sum setti spurnartekin um støðið á fólkaskúlanum, og nú í nakrar vikur hava atfinningarnar ímóti sjúkrahúsverkinum verið hvassar.


 
<B STRONG normal"$?$end$!$Lyklastovnar<>
Talan er um tveir lyklastovnar í einum vælferðarsamfelagi. Trygdin fyri at vit hava sjúkraviðgerð í heimsklassa sum almenna tænastu, ger at vit hava álit á at hava sjúkrahús í almenna geiranum. Hinvegin eru Føroyar so lítlar, at privatsjúkrahús eisini eru trupul at ímynda sær. Skúlin er eisini ein lyklastovnur, tí hann skal bæði menna og skapa børnini til komandi vælferðarsamfelagsborgarar, og ein av grundleggjandi treytunum er at vit fáa fólk úr fólkaskúlanum, sum støðugt kunnu menna vælferðarsamfelagið og tí eisini á øðrum økjum fáa fólk við høgum útbúgvingum.
<B STRONG rákið< normal"$?$end$!$Norðurlendska>
Rákini í vælferðarsamfelagnum í norðurlendska frymlinum eru at tryggja øllum møguleikan og at tryggja tey veiku í samfelagnum. Ein partur av tí, er at nógvar tænastur verða veittar av almennum stovnum. Hinvegin, so er tað eisini soleiðis, at norðurlendsku vælferðarsamfeløgini eisini brúka almennu trygdina til at tryggja ein frælsan markna í meiri skipaðum karmum. Tí er tað hvørki nýtt ella óvanligt at hava privatsjúkrahús og privatskúlar. Men tænastan frá hesum er ikki heilt leys av tí almenna, tí er talan um tænastu, tað almenna eigur at veita, fylgja pengar við antin sjúklinginum ella næminginum, og móttakarin skal gjalda tað ásetta meirvirðið millum tað almenna og privata.
<B STRONG normal"$?$end$!$Rák<>
Tað tykjast at verða rák í Føroyum nú, soleiðis at tað tey komandi árini fara at koma fleiri privatskúlar, enn tann eini sum er í dag, tá loyvið verður til tað. Orsøkin kann verða, at misnøgd er um støðið sum heild, ella at ynski er um at hava eina øðrvísi frálæru, sum tó rúmast í teim krøvum, sum eru til fólkaskúlan. 
<B STRONG skúlin< breiði normal"$?$end$!$Tann>
Ein breiður fólkaskúli hevur millum annað til endamáls at tryggja øllum eitt grundleggjandi støði, soleiðis at øll uttan mun til sosialu støðuna hjá foreldrunum, hava ein møguleika at velja sær lívsleið. Eisini hevur ein <I EM normal"$?$end$!$fólka<>skúli tað óformligu ábyrgd at menna eina samfelagseindarhugsan, soleiðis at tað sum í sosiologiini verður samfelagskonktrakin, tað at fólk velja at virða samfelagsreglurnar, eisini verður ment.
<B STRONG normal"$?$end$!$Privatskúlin<>
Við privatskúlanum kann ein ímynda sær, at talan kann verða um átrúnaðarligar skúlar, skúlar við øðrvísi frálæruhátti og so skúlar sum leggja seg eftir at verða betri. Líkamikið hvat slagið er,
fara privatskúlarnir at verða eitt sunn broyting, tí ov lítil dynamikkkur er í skúlasamfelagnum í dag, og sjálvsagt skal tað verða pláss fyri at privat, sum kunnu loysa uppgávuna  í mun til almennu krøvini. Vandin er hinvegin, at bestu lærararnir verða drignir til privatu skúlarnar og at vit fáa eitt enn størri átrúnaðarligt uppbýti, tí skúlar verða tengdir at trúgv. T.v.s. at vandin er at vit skulu ansa eftir at felagseindin Føroyar ikki verður brotin um tvøran av hesum broytingum.
<B STRONG heilsutænasta< normal"$?$end$!$Privat>
Ilt er at ímynda sær eina fullfiggjaða privata heilsutænastu í Føroyum. Her hugsi eg um eitt heilt sjúkrahús, við skaðastovu, kommunulæknum o.s.fr.. Hinvegin hevur seinasta tíðin víst á tvey nýbrot við privatari tænastu, fyrsta er vakurleikaskurðviðgerðir og hin er vælferðarpakkin hjá Trygd. Vælferðarpakkin hjá Trygd er eitt nýbrot í Føroyum og er eitt gott tilboð. Talan er tó bert um møguleika at sleppa á privat sjúkrahús í Noregi Svøríki, Finnlandi og Danmark, og tí eisini viðgerðir sum kunnu tilrættarleggjast og ikki eru bráðfeingis. Í øðrum londum er ikki óvanligt at hava slíkar tryggingarpakkar, og tað er hvørki nýtt ella slóðbrótandi í tí høpi. Sigast kann tí at pakkin hjá Trygd gevur føroyingum sama møguleika, sum fólk hava í flest øðrum londum, og at tað var kanska eisini uppá tíðina. Talan er um eitt samstarv við IHI, International Health Insurance, sum hevur slík tænastu.
<B STRONG landamark< uttan normal"$?$end$!$Heilsubót>
Tað er í dag eitt rák ímóti ikki at verða so tengdur at landamørkum, uttan at tað tó er vorðið heilt vanligt, so í tí føri er hesin pakkin heilt í trá við tað menning íð fer fram.
Í føroyskum samfelagshøpi merkir tað at sjúkrahúsverkið fær kapping, hóast vanliga fatanin leingi hevur verið, at Føroyar er ov lítlar til kapping á hesum økinum. Kanska lata hesar broytingar upp fyri nýhugsan og størri samstarvi við sjúkrahúsverkini í grannalondum okkara. Eitt er at staðfesta at sjúkrahúsverkið ikki er nóg gott, eitt annað er at betra tað. Tað er møguligt, at leisturin er at velja at menna nøkur øki burturúr, og so loysa aðrar partar við samstarvi við antin at fáa fólk hendan vegin at loysa uppgávurnar ella at senda fólk aðrar staðir til viðgerð. Í øllum hesum spælinum er vælferðarpakkin frá trygd ein nýggjur leikari, sum broytir støðuna. Klára sjúkrahúsini ikki at halda tað støðið sum privat sjúkrahús kunnu bjóða í grannalondunum, so fer ein partur av fólkinum av landinum til hesar viðgerðir. Tí eru Føroyar nú eisini á hesum øki tikin úr tí avbyrgda  og fjara og inn í alheimin. Tað almenna sjúkrahúsverkið skal tó syrgja fyri, at tey sum ikki fáa sær eina privata trygging eisini kunnu fáa eina dygdargóða viðgerð í Føroyum ella aðrastaðni sum part av almennu føroysku heilsutænastuni. Vit eru von við at viðgerðir partvís verða framdar í Danmark. Tí er tað kanska eisini ein spurningur um at fáa betri samstarv við almennu heilsuverkini í øllum grannalondunum., fyri at fáa eina betri og smidligari almenna skipan, har fokus verður sett á at menna einstøk serøki og síðan keypa sær serkunnleikan á øðrum økjum.
 
 
 
<B STRONG rákið< normal"$?$end$!$Privata>
Fólkaskúlin og sjúkraviðgerð hava verið mett sum almennar uppgávur í Føroyum seinastu árini, har Adventistaskúlin hevur verið undantakið. Í londum kring okkum síggja vit eisini, at fleiri heilsutænastur eisini verða bodnar privat. Tað er eftirspurningur eftir betri viðgerð ella tænastu á serøkjum talan serliga er um. Fyrimunurin fyri borgaran kann verða skjótari og betri viðgerð, serliga tí talan er um privat átøk, sum vinna sær serkunnleika á einum ávísum øki og tí eisini í ávísum førum veita bæði betri, skjótari og bíligari viðger, men oftani eisini dýrari.. Hetta eru áhugaverdir spurningar, sum eisini grundleggjandi støða skal takast til, tí privat átøk á skúla og í sjúkraviðgerð hava fyrimunir eins og vansar við sær. Spurningurin rakar beint í ósemjuna millum høgra og vinstra, um hvussu umfatandi almenni geirin skal verða, og hvussu nógv skal verða hjá tí einstaka sjálvum. Serliga sjúkrahúsið er fyri hørðum atfinningum og setur tí eisini spurningin við um sjúkrahús og heilsutænasta eru raðfest nóg frammaliga í politikki við veruligum langtíðarmálum.