Privatfólk kunnu bíleggja asfaltarbeiði

Tað eru ikki so fáar kommunur, sum hava sett sær fyri at asfaltera vegirnar í vár.

Tað eru ikki so fáar kommunur, sum hava sett sær fyri at asfaltera vegirnar í vár. Um hetta hevur nakað við fíggjarstøðuna - ella kommunuvalið, sum stundar til - at gera, skulu vit ikki meta um.

 

Millum tær kommunur, sum hava sett sær fyri at asfaltera í vár, er Hvannasunds kommuna. Kommunan hevur gjørt avtalu við HJ Asfalt um asfaltarbeiði.

 

Eins og onkrar aðrar kommunur, gevur Hvannasunds kommuna eisini sínum borgarum høvi at bíleggja asfaltarbeiði á privatum lendi, eitt nú til tún og annað.

 

- Mannagongdin er, at fólk venda sær sjálv til HJ Asfalt og biðja um tilboð, og rindað verður beinleiðis til felagið, sigur Hvannasunds kommuna.