Hagstovan hevur í dag lagt greinan av føroyska innflutninginum á heimasíðu sína. Verða skip og flogfør drigin burtur úr roknistykkinum, er talan um eina samlaða øking í innflutninginum upp á 187 mió kr. ella 3%.
Tað eru tó fleiri sveiggj aftan fyri hesi tøl. Størsti einstaki vøksturin er innan amboð og maskinur til ídnaðin, og her fylla vindmyllurnar í Húsahaga nógv í roknistykkinum. Innflutningurin av amboðum og maskinum er øktur úr 408 í 615 mió kr.
Príslækkingin á olju sæst eisini aftur í innflutninginum. Innflutningurin av brennievni er minkaður 9% í virði, meðan nøgdin er minkað áleið 2%.
Eisini er vøkstur í innflutningi av tilfari til vinnuna. 12% vøkstur av byggitilfari og 5% vøkstur av tilfari til annan ídnað.
Innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu vaks 6% í fjør. Aftaná 2007 minkaði innflutningurin í hesum bólki nógv fram til 2011. Síðani er innflutningurin vaksin eitt sindur á hvørjum ári, men enn er minni innflutt av hesum vørum, samanborið við 2007.
Innflutningurin av tilfari og útgerð til vinnuna minkaði eisini nógv eftir 2007, men har er vøksturin gingin skjótari, og í 2012 varð meiri innflutt til vinnuliga nýtslu enn í 2007. Í fjør vórðu innflutt fyri 17% meiri enn í 2007 av tilfari til vinnuna.
Eisini tá vit hyggja longur aftur, síggja vit, at tann vinnuligi innflutningurin sveiggjar munandi meiri enn innflutningurin til húsarhaldini.