Øssur Winthereig, fyrrverandi útvarps- og sjónvarpsfólk letur í bloggu ilt av sær um nýggjárssendingina í sjónvarpinum .
Hann heldur tað vera í fínasta lagi, at kringvarpið gongur nýggjar leiðir.
- Men hyggjarin skal hava at vita, tá Kringvarpið letur privatum fyritøkum sendinetið at ráða yvir. Og hyggjarin skal eisini hava at vita nágreiniliga, hvønn leiklut Kringvarpið – sum vit gjalda fyri – hevur.
Vit kunnu ikki gjalda fyri tíðindasendingar, sum so privatar fyritøkur yvirtaka og útvega sær stuðul upp á tilfar, sum allir kringvarpshyggjarar longu hava goldið fyri, skrivar Øssur Winthereig.
Dia Midjord, kringvarpsstjóri sigur seg ikki hava lisið blogguna hjá Øssuri Winthereig, men hann sigur so mikið sum, at tað ongantíð var ætlanin at dylja, at privata fyritøkan Content gjørdi sendingina.
- Eg gjørdi bara sáttmálan við Content, og væntaði, at tað fór at koma fram við fíggingini, sigur Dia Midjord.
Privata fyritøkan Content við Kára Durhuus og Høgna í Jákupsstovu, sum arbeiðir í kringvarpinum, gjørdi sendingina. Kringvarpið gjørdi sáttmála við Content um, at kringvarpið ikki skuldi hava nakrar útreiðslur av sendingini, og Content skuldi eisini gjalda lønir og samsýningar fyri lutøku í sendingini.
Tað var í lagi at brúka starvsfólk úr kringvarpinum, brúka sendibilar og útgerð tess fyri einki.
Hyggjarin má vita
- Hví hetta ikki er sagt greitt fyri hyggjarum, veit eg ikki. Tó haldi eg, at tað eigur man, so bland ikki kemur í, hvat vit kunnu rokna okkum frá almenna public-service kringvarpinum og nær privatar fyritøkur fáa ræðisrættin yvir sendinetinum, skrivar Øssur Winthereig.
Í privatfíggjaðu sendingini var ymist tilfar, sum almenna kringvarpið hevði framleitt frammanundan, eitt nú Árið, ið fór og løgmansrøðan. Tað heldur Øssur Winthereig ikki vera í lagi:
- Eg veit, at vit sum rinda kringvarpsgjald, hava goldið fyri innsløg, sum hava verið í Degi og Viku seinasta árið, og at ein privat fyritøka, fekk loyvi at leggja hesi innsløg inn í sína sending. Og man ikki hetta verða eitt hampuligt argument, tá stuðlar skulu fáast til sendinga. Altso – innsløg gjørd fyri kringvarpsgjaldið – vera brúkt til at ein privat fyritøka kann fáa partar uttanfyri KvF at stuðla sendingini.
Øssur Winthereig hevur einki ímóti at royna nýggja framleiðsluhættir, men hann heldur, at
hyggjarin skal hava at vita, tá Kringvarpið letur privatum fyritøkum sendinetið at ráða yvir. Og hyggjarin skal eisini hava at vita nágreiniliga, hvønn leiklut Kringvarpið – sum vit gjalda fyri – hevur.
Vit kunnu ikki gjalda fyri tíðindasendingar, sum so privatar fyritøkur yvirtaka og útvega sær stuðul upp á tilfar, sum allir kringvarpshyggjarar longu hava goldið fyri.
- Sjálvandi skal slíkt bjóðast út, sigur Øssur Winthereig.
Nakað at læra av
Rúni Heinesen, formaður í stýrinum er samdur í, at kunnað var ikki nóg væl um, hvussu sendingin var fíggjað, og hvørjar treytirnar vóru.
Hann viðgongur, at samansetingin av politikki og undirhaldið kanska ikki var so heppin, men hinvegin var alternativið einki at hava í sjónvarpinum á nýggjárinum.
Rúni Heinesen heldur tað kanska vera eitt sindur fýrkantað at krevja, at arbeiðið varð boðið út.
- Men kringvarpið hevur kanska lært okkurt til næsta ár, sigur hann.
Tað er eitt ynski hjá summum at útveita public service uppgávur.
Kringvarpið er illa fyri fíggjarliga, og óbeinleiðis um nýggjárssendingina sigur Rúni Heinesen:
- Neyð lærir nakna kvinnu at spinna.