Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, hevur gjørt eitt lógaruppskot um at privatisera innanlands fólka- og farmaflutningin í mest møguligan mun.
Hetta, heldur landsstýrismaðurin, kann rationalisera samferðslukervið, samstundis sum tænastustøðið fer at hækka.
Stjórin á Strandfaraskipum Landsins, Reidar Nónfjall, tekur undir við hugskotinum. Men hann heldur, at ávísar treytir skulu uppfyllast, skal tað loysa seg at privatisera samferðsluøkið.
? Endamálið við at privatisera er, at tænastan skal gerast betur og at samferðsluøkið skal gerast bíligari at reka. Men hetta ber ikki til, uttan tað verða stór feløg, ið koma at reka uppgávurnar, sigur Reidar Nónfjall.
Hava royndir
Bygdaleiðir verða samskipaðar av Strandfaraskipum Landsins, men tað eru privat feløg, ið reka leiðirnar. Hetta hevur stjórin á Strandfaraskipum Landsins ringar royndir av.
? Vit hava í dag 29 avtalur við privatar, ið koyra fyri Bygdaleiðir. Hetta er nakað, ið hevur gjørt raksturin nógv dýrari, enn hann hevði verið, um vit høvdu fáar avtalur, sigur Reidar Nónfjall.
Stjórin á SL vísir til eina kanning, sum er gjørd í Noreg um rationalisering av busskoyring. Hendan frágreiðingin sigur, at hvør arbeiðstakari má koyra 1,5 milliónir kilometrar um árið, skal talan vera um rationellan rakstur.
Bussarnir hjá Bygdaleiðum koyra 3 milliónir kilometrar um árið. Tí skuldu bert tvey feløg koyrt fyri Bygdaleiðir, um gingið varð eftir hesari kanningini.
Hetta heldur Reidar Nónfjall eisini vera rætt. Tí fleiri arbeiðstakarar dýrka bara um avtalurnar og kosta nógv í umsiting, heldur hann.
Eftirlitsstovnur
Verður føroyska samferðslukervið ella partar av tí privatiserað, kemur Strandfaraskip Landsins at virka sum ein eftirlitsstovnur.
? Vit koma at hava eftirlit við, at farleiðirnar verða røktar og vit koma at leggja leiðirnar til rættis og hava yvirskipaðu stýringina av samferðsluøkinum, sigur Reidar Nónfjall.
Stjórin á Strandfaraskipum Landsins vísir á, at í londum, har samferðslukervið verður røkt av privatum feløgum, er vanligt við slíkum almennum stovnum, sum samskipa og hava eftirlit við samferðsluni.
Hetta merkir, at Strandfaraskip Landsins verður ein almennur myndugleiki, sum er arbeiðsgevari hjá teimum, ið røkja farleiðirnar.