Privat-liberalisma og almanna-sosialisma

Modernaði fólk eru individualistisk og vilja hava so nógv persónligt frælsi sum gjørligt. Vit halda, at vinnan skal kunna virka fræls, uttan serrættindi og stuðul í altjóða kapping. Vit vilja eisini hava almennar tænastur á sera høgum støði

Gomlu stirvnu politisku flokkarnar í Føroyum eru ikki klárir til at ganga hesum krøvum á møti. Tá vit fara á val, hava vit bara kunna valt flokkar, sum æntin eru 100% liberalir í øllum teir gera ella 100% sosialir í øllum teir gera.

Tað er tí sera jaligt at lesa hjartamálini hjá nýggja Tjóðveldinum, sum hegnisliga, endaliga hevur slept sosialistiska vinnupolitikkinum og hevur positionerað seg sum ein sera modernaðan flokk. Flokkurin er framvegis meira javnaðarflokkur enn Javnaðarflokkurin á almenna økinum. Á privata økinum er flokkurin eitt sindur meira liberalur enn áður: ”vit skulu hava persónligt frælsi at liva, trúgva, halda, elska og velja sum vit vilja”. Men á vinnupolitiska økinum er stóra broytingin. Tjóðveldi er við hesum nýggja politikki tann einasti veruligi vinnuflokkurin í landinum: ”Vinnulívið skal virka frælst uttan serrættindi og stuðulsskipanir til tey fáu”.

Gomlu liberalistisku flokkarnir eru ikki veruligir vinnuflokkar. Teir hava skapt sermerkta føroyska vina- og kenningapolitikkin við fløktum stuðulsskipanum og serrættindum, sum óhefta vinnulívið berjist við nú. Um vinnan skal velja, so vil hon í allar flestu førum nógv heldur virka fræls, og sleppa at velja sínar marknaðir og samstarvsfelagar sjalv uttan uppíblanding.

Kelda: HYPERLINK "http://www.tjodveldi.fo/Fraelsi"www.tjodveldi.fo

 

 

 

Róaldur Jákupsson

HD/U og sjálvstøðugur vinnurekandi