Í Føroyum hava vit fingið nakað líknandi. Her eru tað bóndirnir, sum siga at teir skulu hava fjøllini fyri einki frá landinum. Antin teir tosa um veðrið ella mjólkaprísir, so verður tað ikki gott fyrrenn teir sleppa at eiga fjøllini.
Í nógv hundrað á hevur tað verið soleiðis, at umleið helvtin av jørðini hevur verið privat, og helvtin hevur verið almenn. Tó ikki meira almenn enn so, at maðurin sum situr við einum festi veit, at tá hann gevst fær eitt av børnunum hjá honum festi. Hyggja vit so eftir hvørjir garðar klára seg best, er tað jú lætt at síggja at tað eru teir almennu garðarnir, sum kunnu kallast landbrúk, meðan tann privata jørðin verður brúkt til hobby hjá onkrum sum hevur pengar nokk at keypa sær nakrar gyllin.
Fyri eini tjúgu árum síðani fóru nakrir av teimum almennu bøndrunum at investera í neytafjós. Teir læntu so nógv av pengum, at teir hava ongan møguleika at gjalda láni aftur, sjálvt um landi lænti teimum pengarnar so at siga rentufrítt. Tað vil siga at hesir menn klára ikki at dríva eitt virkið, sum teir gjalda eina symbolska leigu fyri, og sum teir kunnu læna íløgukapital rentnufrítt frá landinum til. Hvussu ólukkan skulu teir so klára tað, tá teir mugu gjalda fullan prís fyri bæði jørð og fjós. Eg skilji tað so ikki.
Eg skilji heldur ikki hví ólukkan teir ikki keypa sær eitt fjall ella tvey, tá teir nú halda at tað er tað einasta saliggerðandi. Helvtin at øllum fjøllunum í Føroyum eru jú privat ogn, og prísurin er marknaðarprísur, so har er bara at fara í gongd.
Annars er gongdin aðrastaðni tann, at mjólk verður framleidd í risastórum fjósum við fleiri hundrað neytum. Tað gevur eina ódýra framleiðslu, og góðar arbeiðsumstøður. Tá vit hugsa um at meginparturin av øllum teimum ógoldnu fjósunum í føroyum eru gomul og niðuslitin, dugi eg væl at síggja at bøndirnir hava eitt problem. Men problemið kann ikki loysast við at koyra fjøllini í lumman á nøkrum fáðum monnum. Eini tvey, kanska trý fjós fara at leverað alla tað mjólk vit hava brúk fyri, tá fáa vit kanska mjólk fyri ein hampuligan prís. Í staðin fyri at framleiða mjólk, fara bøndurnir at selja græs til fjósini.
Kann onkur forrestin siga mær, akkurát hvar í mjólkarframleiðsluni tað er, man skal brúka eitt fjall?
Mær vitandi verða fjøllini í Føroyum brúkt til seyðaframleiðslu, og seyðabøndurnir skylda ikki hasar milliónirnar, ikki teir við skili í, í hvussu er.