Prísurin á elbilum kann fara minst niður í helvt

- Nú er væntandi at rættilig gongd kemur á søluna

- Hetta, er heilt avgjørt tað rætta.

 

Pól Jákup Poulsen, stjóri í Autoservice, heldur, at Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, er heilt avgjørt á rættari leið, tá ið hon hevur sett sær fyri at umleggja vegskattin, sum bilar rinda.

 

Sum er, rinda bileigarar vegskatt eftir, hvussu nógv ein bilur vigar, men Kristina Háfoss arbeiðir nú við at umskipa skattin, so at hann ístaðin skal rindast eftir, hvussu nógv ein bilur dálkar.

 

Sostatt fara elbilar at kalla ikki at rinda vegskatt, og endamáliðer nettupp at eggja fólki til at keypa elbilar.

 

Samstundis kannar hon møguleikan fyri at gera elbilar mvg fríar fyri at skumpa undir søluna av umhvørvisvinarligum bilum.

 

Frammanundan sleppa tey, sum keypa elbilar undan at rinda skrásetingargjald, sum er ein heilt stórur partur av bilaprísinum.

 

Verða øll hesi tiltøkini sett í verk, fer tað bæði at verða nógv bíligari at keypa sær ein elbil, og tað verður nógv bíligari at eiga ein elbil.

 

 

Les eisini: Skal vera bíligari at keypa og eiga elbil

 

 

Pól Jákup Poulsen sigur, at tey hava elbilar til sølu fyri góðar 300.000 krónur, og hann sigur, at tað er áleið tað sama sum ein samsvarandi dieselbilur kostar.

 

Men hann sigur, at varð skrásetingargjaldið ikki tikið av, hevði bilurin kostað næstan 600.000 krónur.

 

Men verður mvg tikið av bilinum afturat, soleiðis sum landsstýriskvinnan arbeiðir við, fer bilurin at verða uppaftur einar 60.000 krónur bíligari, so at hann fer at kosta 240.000 krónur, ístaðin fyri 300.000 krónur, sum teir gera nú.

 

- Tað fer av álvara at merkjast á prísinum, og eg vænti avgjørt, at tað hevði sett ferð á søluna, sigur hann.

 

Stjórin í Autoservice sigur, at ein elbilur frá teimum stendur til at koyra 250 kilometrar upp á eina løðing. Men tað er sjálvandi við fyrivarni, sum upplýsingarnir frá verksmiðjuni skulu takast við.

 

- Tann bilin havi eg sjálvur roynt, og tá koyrdi eg 153 kilometrar upp á eina løðing. Men tann dagin var ógvuliga kalt, og kuldi stjelur heilt nógv av battarínum, eisini tí at eg mátti hava varmaapparatið frá alla tíðina.

 

Men eg vænti, at í roynd og veru koyrir hann einar 180 - 190 kilometrar upp á eina løðing, bara tað eru eini 10 hitastig úti.

 

Hann heldur, at tað er nóg mikið til at nøkta tørvin hjá teimum allarflestu, tí tað munnu vera fá, sum koyra 100 kilometrar um dagin.

 

Hann sigur, at tað er heldur ongin trupulleiki at koyra uttanlands, tí har er stutt ímillum løðistøðirnar, og gps´arin í bilinum er stillaður til at finna tær sjálvur.

 

Hann heldur, at eitt, sum hevur forðað fyri, at fleiri elbilar verða seldir, er, at tað hava verið so fáar løðistøðir. Men nú er Sev farið undir at seta støðir upp kring landið, sum løðir ein bil næstan fullan upp á 15-20 minuttir, og hann væntar, at tað fer eisini at skumpa undir søluna.

 

Pól Jákup Poulsen sigur, at sum er, eru ikki meiri enn eini 10-12 elbilar í landinum. Hann vísir samstundis á, at í Noregi gera tey nógv burtur úr at stimbra søluna av elbilum.

 

- Har eru elbilar mvg fríir, teir rinda ikki bummgjald, tá ið teir koyra ígjøgnum tunlar og eftir brúm, teir fáa ókeypis streym og sleppa at koyra inni í býum, har vanligir bilar ikki sleppa at koyra, sigur Pól Jákup Poulsen.