Prinsipp-mál á FSF-borðinum

B71 hevur kært B36 til FSF fyri sonevnd player-poaching. Aðalnevndin hjá FSF hevur enn ikki tikið støðu til, um Aganevndin verður biðin um at taka málið upp

Á yvirlitinum hjá FSF yvir sáttmálar, stendur um Magnus Olsen, at hesin hevur sáttmála við B71 fram til 1. november 2008. Kortini sást Magnus fyri stuttum venja við B36, uttan at sandoyingar vóru vitandi um hetta.

Sambært heimasíðuni hjá B71 hevur Magnus eisini boðað felagnum frá, at hann ynskir at skifta árstalsfelag, men tað verður tó ikki víðari, at B71 fer at sleppa spælaranum.


Snigskjóting

Altjóða reglurnar á sáttmálaøkinum eru nevnliga púrasta greiðar. Tað er ikki fyrr enn seinasta hálva árið av einum sáttmálaskeiði, at feløg kunnu venda sær beinleiðis til ein spælara. Gera tey tað – og um hetta kann prógvast – kann talan væl verða um stóra bót.

Sjálvt orðið er avleitt av enska orðinum fyri snigskjúttar, og er eitt tað kendasta dømið helst, tá José Mourinho fyri tveimum árum síðani royndi at fáa Ashley Cole at koma úr Arsenal til Chelsea. Úrslitið varð, at Chelsea-venjarin, Chelsea sum felag og spælarin sjálvur vórðu dømd at rinda metstórar bøtur til enska fótbóltssambandið.


FSF kannar málið

Ragnar Fossdalsá, formaður í B71, váttar fyri Sosialinum, at B71 hevur sent málið til FSF. Men aðrar viðmerkingar vil hann ikki gera í løtuni.

Og tað er sum so heldur ikki tað stóra, sum fæst av viðmerkingum frá FSF, har málið varð viðgjørt í farnu viku.

- Áðrenn starvsnevndin tekur endaliga støðu, hava vit biðið um eina løgfrøðiliga meting av málinum. Ikki fyrr enn hendan fyriliggur, ger Starvsnevndin av, um vit biðja Aganevndina taka málið upp, sigur Óli Holm, forseti í FSF.

Hvussu er og ikki, so er talan um eitt rættiliga prinsipielt mál. Verður niðurstøðan, at B36 eru sekir í poaching-ákæruni, er talan um fyrsta mál av sínum slag í Føroyum. Og tí fer ein møgulig revsing at skapa førdømi fyri líknandi málum í framtíðini.