Orka hevur fingið loyvi at seta upp eina vindmátimastur og hevur eisini fingið prinsipielt byggiloyvi frá Sands kommunu til vindmyllulund í Klivaløkshaga.
Samtyktin varð gjørd á bygdaráðsfundi í Sands kommunu mánakvøldið.
Vindmátimasturin, sum talan er um, verður 84 metrar høg, og í vindmyllulundini verða sambært ætlanini átta vindmyllur á 2-4 MW hvør.
- Orka fer nú at royna, um tað ber til at seta upp vindmyllur í Klivaløkshaga, og vísir tað seg, at plaseringin er góð, hava vit skilt, at vindmyllulundin verður boðin út.
Tað sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu.










