Prinsip-avgerð

Talan er um óvanliga avgerð, nú Kappingarnevndin hevur gjørt av at broyta dómarans meting

Hondbóltur

 

Uttan at taka dagar ímillum, um úrskurðurin hjá Kappingarnevndini er rættur ella skeivur, kann í øllum førum staðfestast, at talan er um ein sera óvanligan av slagnum.

Tað kann væl vera, at reglugerðirnar fyri Kappingarnevndina hjá HSF ikki beinleiðis nevna tað, men fordømi í líknandi kærum áseta púrasta greitt, at dómarans meting ikki er nakað, sum verður broytt av kappingarnevndini.

Orðingin er eisini beinleiðis ásett í reglugerðini fyri Dómsnevndir innan ÍSF, har tað verður positivt nevnt, at Dómsnevndin ikki hevur heimild at broyta dómarans meting í dysti.

Tí er rættiliga sannlíkt, at Neistin fær viðhald, um avgerðin hjá Kappingarnevndini verður kærd fyri Dómsnevndina.

Tað er tó ikki ókent, at avgerðir av hesum slag kunnu broytast, soleiðis at nýggjur dystur verður ásettur. Fordømi um hetta kunnu millum annað finnast í donskum hondbólti, men tá er tað ovasti kærumyndugleikin, sum hevur skapt fordømi. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað helst verður soleiðis, at kæran frá VÍF skal allan vegin upp til Ítróttadómstólin, áðrenn nøkur endalig niðurstøða fyriliggur í málinum.