Danska kongshúsið boðar í dag frá, at eitt læknatoymi á Ríkissjúkrahúsinum hevur staðfest, at Heindrikur, prinsur, hevur minnissvinn.
- Orsaka av hesum fer prinsurin framyvir at minka um sínar uppgávur, umframt at støða av nýggjum skal takast til hansara heiðursstørv og aðrar almennar uppgávur, boðar kongshúsið frá.
83 ára gamli Heindrikur, prinsur, hevur í summar verið til kanningar á ríkissjúkrahúsinum. Læknarnir eru komnir til ta niðurstøðu, at eginleikarnir hjá prinsinum at fata veruleikan eru darvaðir meiri enn hvat ein kann vænta, tá aldur hansara verður havdur í huga. Hetta kann eisini føra til broytingar í hansara verumáta, evnum at døma um støður og kenslur og tí eisini hvussu hann samskiftir við umheimin, skrivar kongshúsið.
Hendrik, prinsur, hevur í summar fleiri ferðir verið í andgletti í summar vegna ymiskar samrøður, hann hevur havt við danskar miðlar. Spurningurin er so, um allar hesar samrøður nú skulu síggjast í ljósinum av nýggju boðunum frá kongshúsinum.









