Prinsessan vitjar í Hoydølum

Maria, prinsessa, var í morgun á vitjan hjá autismuflokkinum í Studentaskúlanum í Hoydølum. Á veg inn stóðu næmingar, ið hava franskt, og veittraðu við fronskum fløggum.

 

Vitjanin byrjaði við, at rektarin, Herleif Hammer, greiddi prinsessuni frá um søguna hjá Studentaskúlanum, frá Sanatoriudøgunum fram til dagin í dag og komandi flytingina yvir í Glasir.

 

Kristianna Mortansdóttir, samskipari hjá autismuflokkunum, greiddi frá um autismuflokkarnar og síðani var farið inn í flokkarnar at vitja.

Á veg úr auluni og upp í flokkarnar, stóðu næmingar aftur og veittraðu við fronskum fløggum, meðan teir sungu Aux Champs Elysées hjá kendu fronsku songkvinnuni Edith Piaf.

 

Tveir autismuflokkar eru í Hoydølum, annar byrjaðí í 2013 og hin í 2015. Tilsamans eru tey 15 næmingar úr øllum landinum. Tann eina gentan ferðast við bussi úr Fuglafirði hvønn morgun, meðan ein onnur kom úr Klaksvík. Hon er tó nýliga flutt til Havnar. Kristianna Mortansdóttir sigur, at ætlanir eru um at byggja lestraríbúðir knýttar at autismuflokkunum.

 

Aftan á vitjanina í skúlaflokkunum, var aftur farið niður í auluna, har næmingar sungu fyri prinsessuni og síðani var ein samveruløta, har næmingarnir aftur fingu høvi at heilsa upp á prinsessuna.