Tað koma einir tveir barnagarðar til Nólsoyar um vikuna, og so kom hugskotið bara, sigur Tjóðhild Patursson, leiðari av kunningarstovuni.
Tey nógvu barnagarðsbørnini, sum um summarið koma til Nólsoyar, sleppa at uppliva annað og meira enn at ganga í fjøruni og leita eftir krabbum.
- Søgnin um prinsessuna í Korndali er jú serlig fyri Nólsoy, og tí hildu vit, at tað kundi verið stuttligt at gjørt ein lítlan leik um hana á ein slíkan hátt, at børnini ikki bara skiltu søguna, men eisini tóku lut í henni, sigur Tjóhild Patursson.
Sjálv er hon roynd sjónleikari, so við hvørt er tað hon, sum spælir prinsessuna, til aðrar tíðir eru tað Elisabeth Nolsø ella Barbara Andreasen.
- Søgan gongur út upp á, at ein sjórænari er forelskaður í prinsessuni, og so leitar hann eftir ringinum hjá prinsessuni, og børnini hjálpa til, sigur Tjóðhild Patursson.
Sjórænaran spæla Snæbjørn Hansen, Reidar Jacobsen ella sum á myndini Marnar á Skúr.
Og børnunum dáma væl av verða við.