Tað vóru tvey stolt og glað foreldur, sum í dag víst fram nýføddu tvíburarnar á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn.
Í dag fór krúnprinsaparið heim av Ríkissjúkrahúsinum við kongaligu tvíburunum, sum vórðu føddir leygardagin.
Fjølmiðlarnar gjørdu sum vera man nógv burtur úr. Nógv fólk høvdu leitað sær inn á Østerbro á Ríkissjúkrahúsið, tá tey bæði Mary og Fríðrikur krúnprinsur komu niður í forhøllina við hvør sínum kongaligum tvíburi. Hon við prinsinum og hann við prinsessuni.
Fólk eru sum vera man ójøvn á máli um tann týdning, sum kongahúsið hevur. Kritikkurin er, at tað kostar ov nógvar skattakrónur, men TV2 hevði ein reklamumann í sjónvarpsstovuni, sum helt uppá, at reklamuvirði við teimum kongaligu als ikki kann gerast upp í pengum. Tað at Danmark hevur eitt av heimsins elstu monarkium - og at landið hevur eina so modernaða krúnrpinsafamilju, sum enntá hevur fingið tvíburar, tað virði helt hann als ikki kundi málast.