Tá Prince um ikki so langa tíð fer á konsertferð í Evropa, so verður danska Bassida við á ferðini. Bassida er listanavnið á tí kvinnuliga bassistinum Ida Kirstine Nielsen. Hun er nevniliga úttikin til at spæla teir djúpu tónarnar á konsertferðini hjá Prince, skrivar gaffa.dk.
- Eg eri júst nú stødd í Minneapolis fyri at venja, men tað passar. Tað eri eg, sum skal á konsertferð, sigur Ida Kirstine Nielsen við gaffa.dk.
Spælir í belgiskum bólki.
Ida Kirstine Nielsen er vanliga ein partur av belgiska bólkinum ?Zap Mama?. Men hon setir eisini seg sjálva fram sum solistur undir navninum Bassida a.k.a. Ida Funkhouser.
Um ein hevur hug at síggja Idu upptraðka saman við Prince, so hevur ein møguleika í Herning. Enn eru atgongumerkir at fáa til konsertina, sum verður í Herning tann 22. oktober.
Øll atgongumerkir til konsertina í Forum í Keypmannahavn er útseld. Fyri stuttum vóru atgongumerkir til keyps, og minni ein tíma aftaná vóru øll útseld. Prince vitjaði seinast í Danmark í summar, har hann upptraðkaði á Roskilde Festivalinum.