Í morgin verður ikki møguligt at ferðast millum Suðuroynna og meginøkið sjóvegis - í øllum førum ikki, um mann ætlar sær við Prince, avloysaraskipinum hjá Smyrli.
Strandferðslan boðar nevniliga í dag frá, at eingin sigling verður á leið 7 allan morgindagin. Orsøkin til avlýsingina er ringt veður, verður sagt í fráboðan.
Ringa veðurforsøgnin darvar ikki bara ferðsluni á suðuroyarleiðini. Spógvin siglur heldur ikki millum Gomlurætt og Hest, og Teistin hevur avlýst fráferðirnar klokkan 06:45 og klokkan 07:25.











