Prince á Roskilde Festival

Roskilde Festivalurin boðar í morgun frá, at eingin annar enn sjálvur Prince skal spæla á festivalinum í summar. Hetta gjørdu teir umvegis heimasíðu sína, sum síðani bleiv so nógv vitjað, at hon ikki riggaði eina góða løtu og framvegis er ógvuliga svikalig.

 

Prince verður av mongum mettur sum ein av bestu tónleikarunum í rocksøguni, og danskir fjølmiðlar kalla tað eitt scoop, at Roskilde Festivalurin hevur fingið hann til Danmarkar.

- At fáa Prince til Roskilde Festivalin hevur staðið á okkara ynskilista í áravís. Tað er ikki ofta, at hann vitjar á festivalum, so tað er okkum ein stórur heiður, skriva fyrireikararnir millum annað á roskildefestival.dk.

 

Prince hevur einaferð áður vitja í Danmark, men tað var í 2002. Nú átta ár seinni fáa tey, sum fara á Roskilde Festival eisini høvi at hoyra sermerkta tónleikaran.

Teirra millum eru fleiri føroyingar. Á Facebook er bólkur stovnaður fyri føroyingar, sum fara á Roskilde Festivalin. Hesin bólkur telur í løtuni omanfyri 250 fólk.