Eins og við seinastu útgávuni ætlar Prince at lata komandi fløguna fyri einki. Fyrst kemur hon út í Belgia við blaðnum ?Het Nieuwsblad?, sum kemur út leygardagin 10. juli. Eisini bretska avísin Daily Mirror og systuravísin í Skotlandi, Daily Record, hava váttað at hava fingið eina avtalu í lag við Prince um, at fløgan skal leggjast við leygardagútgávunum av avísunum 10. juli, soleiðis, at keyparar av blaðnum fáa nýggju fløguna við ókeypis.
Fløgan kemur eisini út í Týsklandi við blaðnum Rolling Stone, og tað verður 22. juli.
Enn er einki frætt um, hvørt Prince ætlar at senda komandi fløguna, sum ber heitið ?20Ten?, á marknaðin um okkara leiðir.










