Tað var ikki bara í Klaksvík, at festivalgestir fingu karm í gjár. Meðan konsertinar í Klaksvík vórðu hildnar so nøkulunda sum ætlað, so var skilið verri í Keypmannahavn, har glopraregn ella stoytingur førdi til, at konsertin við Prince mátti avlýsast.
Danskir miðlar skriva, at lagið var gott, tá Prince fór á senuna á 10-øren á Amager. Men góða lagið varð skjótt spilt, tá veðrið vísti seg frá síni verstu síðu - og gav lagnum »Purple Rain« nýggjan týdning.
Eftir lítlari løtu skapti regnið kaos millum áhoyrar. Grasfløturnar broyttust til runudíki, og tónleikurin steðgaði, tá regnið oysti niður, so alt og øll á senuni eisini fingu karm. Eftir fáum minuttum bleiv eisini kaos við inngongdirnar. Hegnini vórðu koppað, og sjálvt eftir ein hálvan tíma vóru røðirnar óendaligar við smølu útgongdirnar, og samarittar fingu við neyð og deyð troðkað seg ígjøgnum.
Uttan fyri festivaløkið, á Amager Strandvej, var eisini kaos og anarki. Fólk runnu í eyst og vest, og politiið mátti tendra serenurnar fyri at sleppa ígjøgnum.
Prince og bólkur hansara høvdu spælt í hálvanannan tíma, tá stoytingurin kom - eitt nú spældu teir lagið »Purple Rain«.
DMI hevði frammanundan ávarað, at roknast kundi við oysregni og at møguleiki var fyri toruslátri.
Sambært fyrireikarunum, so fór streymurin eisini av regninum. Neyðagregatið varð sett til, men tað var ikki nóg mikið at bjarga konsertini.









