Seinnapartin í morgin fer Prince ikki at sigla ímillum Suðuroy og Havnina. Og tað er fyri veður, at Prince avlýsir seinnapartin í morgin, sigur Strandferðslan
Danska veðurstovan, DMI, sigur frá fitt av vindi av eystri seinnapartin í morgin, tá hann verður 12 -13 metrar um sekundið við hvirlum upp í 21 metrar um sekundið og tí avloysir Prince.
Sostatt siglur hann ikki av Krambanga seinnapartin í morgin og suður aftur um kvøldið.