Primitivur politikkur

Politiskur hugburður er ikki altíð bygdur á modernað skynsemið. Til dømis er meiri sannlíkt, at vit taka undir við einum uppskoti um okkara egni flokkur kemur við tí, enn um annar kemur við sama uppskoti. Meiri sannlíkt, at vit velja ein politikara við maskulinum andliti, um stórar hóttanir lúra. Og vit eru betri sinnað at geva sosialar veitingar um móttakarin ikki sýnist okkum dovin, eru nakrar av niðurstøðunum frá eini røð av kanningum

Mong eru í roynd og veru rættuliga líkasæl við tað mesta, ið fer fram á politiska víðvøllinum. Tey minnast ikki nøvn­ini á fleiri, sum sita á løgtingi ella land­stýri, gloyma hvat stendur í sam­gonguskjalinum ella gloyma nær val nú var seinast. Og hví skuldu tey minst til tað? Nógvur politikkur er heilt einfalt ikki viðkomandi fyri gerandisdagin hjá mongum. Men sjálvt a-politiski velj­ar­in kann brádliga gerast politiskur aktivistur, tá mál, ið onkunsvegna raka eina persónliga nerv, koma undan kavi.
Tí politisk mál kunnu stinga djúpt – fleiri hundraðtúsundtals ár aftur í tíðina, um vit taka evolutioneru søgu­granskingina í álvara. Tí modernaður politikkur talar í stóran mun til nógvar av somu avbjóðingum menniskjað hevði, tá tað livdi í savnara- og veiði­sam­feløgum fyri túsundtals árum síðani. Nakrar av hesum avbjóðingum vóru: Hvussu revsa vit? Hvussu fordeila vit ágóðarnar? Og hvussu skipa vit okkara sam­felag? Men modernaða avbjóðingin er, at veiðu- og savnaðarasamfelagið var minimalt í mun til okkara modernaðu samfeløg. Talan var um smá samfeløg við eini 200 limum ella so.

Revsing er persónlig
Danski granskarin Michael Bang Petersen, ið hevur granskað modernaðan politikk við evolutionerum brillum, hev­ur víst á, at okkara heilar ikki júst eru fyrireikaðir til modernaðan politikk. Tí meðan vit royna at grundað okkara politisku skipan á stórar generellar meginreglur, er okkara heilin framvegis innrættaður til nógv smærri umstøður. Í veiðusamfeløgunum kendu øll hvønn annan – og støður vóru tiknar beinleiðis í mun einstakar persónar. Talan var ikki um nakran modernaðan universellan væl­ferðarstat, við meginreglum um sama anonyma sosiala rættvísi fyri øll. Og okkara heilar eru kanska ikki komnir so langt áleiðis síðani.
Ein spurnarkanning hjá Michael Bang Petersen millum 4000 danskar næmingar staðfesti, at hugburðurin til, hvørt ein kriminellur skuldi revsast ella bert rehabiliterast – í stóran mun var tengdur at, hvørt tey kriminellu vóru mett sum partur av sosiala felags­kapinum ella ikki. Her spældi til dømis etniskur uppruni nógv inn. Fremm­and fingu einfalt harðari revsing. Niður­støðan var, at tess størri virði fyri felagskapin ein einstaklingur hevur, størri eru sannlíkindi fyri, at revsingin ikki verður eins hørð. Hetta sampakkar væl við evolutioneru søguna – tí størri tørv tú hevur á onkrum til tína egnu yvir­living, meiri »mást« tú lata tær lynda. Hvønn persón talan er um, hevur sostatt týdning. Ímeðan modernaða rættar­skipanin byggir á meginregluna um, at sama brotsgerð útloysir sama dómsúrskurð, sær veruleikin eitt sindur øðrvísi út.
Michael Bang Petersen hevur víst á, at tey somu, ið eru grundleggjandi ósamd hvørt rættarskipanin skal grund­ast á revsing – mótvegis rehabili­tering og verju – løgið nokk kunnu vera púra samd tá tað kemur til ein­støku málini. Sostatt sær út til, at tað liggur í okkara politisku náttúru at vera andstødd, og taka støðu frá máli til mál, heldur enn sambært abstrakt­um rættarmeginreglum. Okkara aldar­gomlu primitivu heilar eru sostatt ikki nøkur lítil avbjóðing fyri modernaða rættarsamfelagið.

Vinstravent vs høgravent rættvísi
Ikki er nógv betri stætt við sosialum rættvísi og vælferð. Gransking tvørt­urum landamørk hevur staðfest, at í teimum londum, har móttakarar av væl­ferðarískoytum ikki vera sæddir sum dovnir, men sum óheppin og offur fyri sínum umstøðum, eisini eru tey lond, ið hava bestu vælferðartænasturnar. Tí fólk hava einfalt størri samkenslu við teimum, ið »veruliga royna«. Ítøkiligur politikkur og hugburður fylgjast so­statt at, og USA og norðurlond eru tí rættuliga andstødd á hesum økinum. Í USA hevur man í størri mun lyndi til at geva fólki persónliga ábyrgd fyri síni lagnu.
Jonathan Haidt, politiskur sálar­frøð­ingur frá New York University, hevur í síni gransking staðfest, at høgra­sinnað og vinstrasinnað hava rættu­liga ymiskan hugburð til sosialt rætt­vísi. Og okkara evolutionera fortíð greinar henda munin væl. Bert tey, ið góvu felagskapinum eitthvørt munagott fingu okkurt frá honum. Nógv rúm var snøgt sagt ikki fyri sonevndum »free riders«, ið bert tóku og einki góvu. Høgra­sinnaða rættvísiskenslan byggir tí á proportionalitets meginregluna – tú fært í mun til tað tú gevur. Tí hoyrast ofta setningar frá fólki sum til dømis »hann skuldi ikki fingið pening frá tí almenna, tað fer alt til brennivín«. Høgrasinnaði hugburðurin er, at eingin skal sleppa ov lætt.
Vinstrasinnað rættvísi grundar seg í størri mun á samkenslu, enn tað fólk gera seg uppiborin til. Og samkensla hev­ur eisini spælt stóran leiklut í okk­ara evolutioneru søgu, serliga í mun til barnauppaling. Granskingin hjá Jonathan Haidt av politiskum retorikki hevur staðfest, at vinstrahall í nógv størri mun brúka hesa intuitivu sam­kenslu fyri teimum veiku í sínum retorikki. Avbjóðingin er bert, at høgra­vongurin ikki skilir mál, har »tað tú hevur uppiborið« ikki er ein grundleggjandi partur. Báðir veingir brúka sostatt kenslur ið vit hava ment ígjøgnum mong túsundtals ár.

Politisk tricks
Smáu veiðu- og savnarasamfeløgini høvdu eitt element av fólkaræði. Michael Bang Petersen hevur víst á, at leið­arar vóru upphevjaðir grundað á tað, teir kundu gera fyri bólkin. Av­ger­andi var til dømis um tú megnaði at skapa frið innanhýsis í bólkinum, ella um tú megnaði at verja bólkin mót­vegis álopum frá øðrum bólkum. Tá tað snúði seg um verju og kríggj var meiri sann­líkt at verða upphevjaður, um tú hevði fleiri maskulin eyðkennir enn kappingarneytin. Orsøkin var, at likamlig styrki var beinleiðis atvold til, hvørt ein bólkur megnaði at verja seg ella ikki, og maskulinitetur kundi geva ábending um álopshug og likams­styrki.
Hóast tað ikki er neyðugt hjá einum modernaðum politikara, at vera serliga maskulinur fyri at føra skilagóðan verjupolitikk, staðfesta sálarfrøðiligar kanningar, at veljarin hevur lyndi til at velja politikarar við sterkari maskulin­ari útsjónd, um serligar hóttanir lúra ella vandi er fyri kríggi. Tá ongar bein­leiðis hóttanir gera vart við seg, kunnu onnur eyðkenni vera avgerandi fyri støðu­takan veljarans. Tað kann til dømis ikki loysa seg at hava ein ov aggress­ivan leiðara, um hesin í heilum meldar kríggj í heilum og setir bólkin í vanda óneyðugt.
Og eins og evolutionera søgan – snýr politikkur seg eisini nógv um sosialitet og bólkasamleika. Líka frá etnisk­um bólkum, til statir og politiskar flokkar. Kanningar hava staðfest, at tað eru størri sannlíkindi fyri, at tú tekir undir við einum uppskoti frá tínum egna flokki, enn mótstøðuflokkinum – hóast tað er identiskt við uppskotið hjá tí seinna. Eins og í veiðusamfelagnum, stingur bólkaloyaliteturin sera djúpt. Nógvir politikarar duga sjálvandi eisini væl at gera nýtslu av hesum innbygda sosialiteti, og liva aloftast av tekna fígg­indamyndir av øðrum politiskum flokkum.
Harnæst eru serfrøðingar í polit­isk­um samskifti rættuliga til­vit­aðir um, at menniskju hava lyndi til at hugsa á einum persónligum stigi, heldur enn einum abstraktum stigi. Tí fáa polit­ikarar ofta undanvind, um teir duga at brúka persónligar søgur til at stuðla sínum politisku hug­sjón­um, heldur enn bert at brúka turr hag­tøl ella abstraktar meginreglur. Per­són­ligu søgurnar fáa veljaran at knýta seg til persónarnar, og síggja burtur frá møgu­ligum vansum við førda politikk­inum. Við øðrum orð­um lúra tendensirnar frá smáu veiðu- og savnarasamfeløgunum fram­vegis í modernitetinum – so leingi vit nýta okkara aldargomlu heilar, framm­um ópersónligar teldur.