Prigozjin: - Ukrainar gera stóra mótstøðu í Bakhmut

Í dag ásannar Wagner-leiðarin, Jevgenij Prigozjin, at ukrainsku herdeildirnar geva hansara herdeildum stóra mótstøðu.

Tað er Jevgenij Prigozjin, sum er leiðari hjá privata Wagner-herinum, ið berjist saman við russum ímóti ukrainsku herdeildunum. 

 

Bardagin um býin, Bakhmut í Donbas, hevur vart í fleiri mánaðir, og her hava herlið hjá báðum pørtum mist eitt ótal av fólki.

 

Ukrainar hava vart býin manniliga, tó at hetta ikki er nakar velduga stórur býur í ukrainskum høpi.

 

Mett verður heldur ikki, at býurin hevur nakran avgerandi týdning fyri gongdina í krígnum. Her búðu einaferð stívliga 70.000 fólk, men flestu eru nú flýdd.

 

Á russiskari síðu hevur serliga verið at hoyrt um privata Wagner-herin, sum hevur verið á odda í Bakhmut. 

 

Men, í dag ásannar Wagner-leiðarin, Jevgenij Prigozjin, at ukrainsku herdeildirnar geva hansara herdeildum stóra mótstøðu.

 

Tíðindastovan Reuters veit í dag at siga, at stríðið framvegis stendur um Bakhmut, sum russisku deildirnar seinastu mánaðirnar hava roynt at fingið ræðið á.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Ukrainsku deildirnar hava vart Bakhmut manniliga. Her búðu einaferð 73.000 fólk. Nú eru flestu flýdd.