Konsertin við Charley Pride, sum verður tann 22. november, er nú framskundað ein tíma. Hetta so suðuroyingar sleppa aftur og fram sama dag. Í skránni fyri konsertina hevur annars alla tíðina staðið, at hendan byrjar klokkan 19, men tað er nú broytt.
- Trupulleikin hjá okkum var, at hetta ikki sampakkaði serliga væl við ferðaætlanini hjá Strandferðsluni. Serliga ikki hjá suðuroyingum, sum máttu liggja nátt, um teir skuldu til konsertina.
- Fyrst royndu vit at fáa Strandferðsluna at flyta túrin suður, men tað bar ikki til. Ístaðin tosaðu vit so við amerikanska umboðsmannin hjá Charley Pride, og her vóru boðini, at tað var eingin trupulleiki at flyta konsertina til klokkan 18, sigur Allan Samuelsen, sum er ein av fyriskiparunum.
Hann leggur afturat, at sølan av atgongumerkjum hevur gingið væl, og væntandi verður tað ein fullsett høll, sum tekur ímóti Charley Pride tann 22. november.