Prestvígsla í Klaksvík dýrabiðidag

Nýggi presturin í Ónagerði verður prestvígdur 1. mai

 

27 ára gamli Jóannes Purkhús verður prestvígdur við guðstænastu í Christianskirkjuni kl. 11 dýrabiðiðdag. Klokkan 18 sama dag verður hann innsettur við guðstænastu í Viðareiðis kirkju. Tað skrivar fólkakirkjan á heimasíðu sínari.

 

Jóannes Purkhús er hin 44. sóknarpresturin í føstum starvi í Ónagerði síðan trúbótina. Hin fyrsti, Schoutræd Joensen, sat frá 1538 til 1549, tá ið hann doyði við at detta oman í Uppsalahaga í Klaksvík av rókini, sum síðan varð nevnd ”Schoutrædsrók”. Næsti sóknarpresturin í Norðoyggjum æt Ole Thomassen. Hann sat 22 ár í embætinum(1549-1571), og hin triði var Hans Jørgensen(Fyenbo), sum sat 53 ár í embætinum og sá teir 4 synir sínar drukna í briminum í Eiðsvík. Nógvir av teimum seinastu sóknarprestunum í Ónagerði hava ikki sitið so nógv ár í embætinum sum hesir teir fyrstu eftir trúbótina. Fleiri teirra hava bara sitið 2 ár í embætinum og styttri enn tað.  Nú hoyrir ikki so nógv jørð til embætið, men fyrr hoyrdu umframt tær 12 merkurnar á Viðareiði og 4 hjá náðinsgarðinum eisini Gerðagarður í Klaksvík og kanska eisini Biskupsstøðgarður. Við trúbótini fekk kongur fatur á allari kirkjujørðini móti at løna prestunum. Hetta gjørdi hann við at leggja partar av kirkjujørðini til prestagarðarnar. Men tað gav mangan lítið at liva av, tí at fólkið var ofta so fátækt, at prestur mátti geva fólkinum burturav. Esmar Fuglø hevur t.d. í okkara tíð greitt frá, hvussu ið mamman sendi hann oman í Ónagerði við fáum pengum at biðja prest um eitt lamb til keyps, sum hann fekk umframt avroð og pening aftur.