Prestur viðgingið 280 siðamisbrot

Í Týsklandi hevur ein katólskur prestur viðgingið, at hann í 280 førum gjørdi seg kynsliga inn á tríggjar dreingir. Hann legði tó afturat, at eftir hansara tykki fingu dreingirnir ikki mein av áganginum.

Í rættinum í býnum Braunschweig játtaði presturin, at hann fyrst gjørdi seg kynsliga inn á ein níggju ára gamlan drong, og tá biskupurin noktaði honum at hava nakað við drongin at gera, fór at at misnýta tveir 9 og 13 ára gamlar brøður ístaðin fyri.

Týska tíðindastovan DPA skrivar, at verður presturin dømdur sambært ákæruritinum, kann hann fáa umleið seks ára fongsul. Tá løgreglan handtók prestin, funnu løgreglumenninir umleið 2.800 myndir av dreingjunum á telduni hjá presti.