Prestur umhugsar at taka politikarar úr kirkjubønini

– Um vit ikki kunnu samlast framman fyri løgtingshúsinum áðrenn val, so burdi man kanska umhugsa, um man skal taka tann partin úr kirkjubønini á prædikustólinum sunnudag.

– Um vit ikki kunnu samlast framman fyri løgtingshúsinum áðrenn val, so burdi man kanska umhugsa, um man skal taka tann partin úr kirkjubønini á prædikustólinum sunnudag.

 

Tað sigur Ann Dahl Hansen, sum var ein av fyriskiparunum av bønartiltakinum á Vaglinum í Havn í gjár.

 

Ann Dahl Hansen, sum er sóknarprestur í Tórshavnar eystara prestagjaldi, var saman við umboðum fyri aðrar samkomur fyrireikari av bønartiltakinum á Vaglinum. Men Jógvan Fríðriksson, bispur, sendi fríggjakvøldið út fráboðan um, at Fólkakrikjan ikki var partur av tiltakinum.

 

Staðfest verður, at leiðslan í fólkakirkjuni ikki er partur av valstríðnum. Leiðslan hevur virðing fyri øllum teimum politisku flokkunum, ið stilla upp til løgtingsvalið. Samstarvið við Løgtingið og Landsstýrið hevur verið gott og gevandi tey knapt 8 árini, ið undirritaði hevur sitið við leiðslunnar ábyrgd, skrivaði Jógvan Fríðriksson.

 

Og tað harmar Ann Dahl Hansen, segði hon við útvarpið í gjárkvøldið.

 

– Um vit ikki kunnu samlast framman fyri løgtingshúsinum áðrenn val, so burdi man kanska umhugsa, um man skal taka tann partin úr kirkjubønini á prædikustólinum sunnudag, segði hon við útvarpið.