Tónar frá One direction, Nick og Jay og øðrum kendum poppbólkum mitt undir gudstænastu.
Tað er ikki óvanligt, tá Ann Dahl Hansen, prestur, hevur konfirmatión í suðurstreymoyar eystara prestagjaldi. Og hetta er bert eitt av teimum amboðunum, sum hon brúkar, fyri at fáa ung fólk at trívast í kirkjuni og skilja boðskapin, sum hon ber fram.
- Tað er ein heilt serlig gudstænasta, tá tað er konfirmatión, og tá hugsi eg sum prestur um, hvat eg kann gera fyri at fanga uppmerksomheitina hjá teimum ungu. Tað snýr seg um at aktualisera tað, mann ber fram, og tey ungu skulu kenna seg aftur í tí, ið verður greitt frá, sigur Ann Dahl Hansen um orsøkina til, at hon brúkar poppsangir sum part av prædikuni.
- Konfirmantarnir halda tað er kul og stuttligt, og teir siga seg skilja betur boðskapin, sigur Ann Dahl Hansen.
Higartil hevur hon bert fingið positivar viðmerkingar fyri sínar heldur annarleiðis og modernaðu prædikur til konfirmatiónsgudstænastur.
- Eg ivist ikki í, at onkur heldur, at hetta er for nógv av tí góða og hóskar ikki til eina gudstænastu, men enn hevur eingin sagt við meg, at teimum ikki dámar, at eg brúki brot úr kendum, mdernaðum poppsangum undir gudstænastu, sigur Ann Dahl Hansen.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Ann Dahl Hansen greiða frá.










