Prestur hevur nógv at gera

- Tíðin stendur ikki í stað. Fólk gerast eldri, og fólk gerast gomul, sigur Heri Joensen, prestur, sum hevði einar 60-65 jarðarferðir í fjør.

 

Onkuntíð hevur verið sagt, at tað má vera gott lív at vera prestur, sum bara arbeiðir ein tíma um vikuna, nevniliga sunnudag frá klokkan 11 til 12 - ella frá klokkan 12 til 13, tá kirkjugongd er.

 

Men, øll vita, at soleiðis hongur tað ikki saman hjá einum presti.

 

Ein prestur hevur nevniliga nógvar ymiskar uppgávur, og millum hesar eru eisini jarðarferðir. Tær kunnu vera fleiri ella færri gjøgnum eitt ár – alt eftir, hvussu stórt økið hjá presti er.

 

Í MikudagsSosialinum er samrøða við Hera Joensen, ið starvast sum prestur í Vesturkirkjuni, Argjum, Kirkjubø og Hesti, og hann hevur verið prestur í næstan 30 ár tilsamans.

 

Tey fyrstu 10 árini – árini frá 1989 til 1998 – var hann prestur í Suðuroy, og her var hann partvís einsamallur, og síðan 1998 hevur hann verið prestur í høvuðsstaðarkommununi.

 

Í greinini verður skift orð við Hera Joensen um, hvussu hann fyrireikar eina jarðarferð, men henda partin skulu vit ikki gera burtur úr í hesi greinini.

 

Tá tú hevur verið prestur eitt so langt áramál, hevur tú eisini havt nógvar jarðarferðir, og soleiðis er eisini hjá Hera Joensen sum heldur, at hann bara í fjør hevði einar 60-65 jarðarferðir, tær allar flestu í Havn.

 

Men, Heri er ikki einasti prestur í Suðurstreymoy, og hann heldur, at samlaða talið av jarðarferðum í Havn í fjør tilsamans mundi liggja millum 155-160, samstundis sum talið í kommununi tilsamans mundi tátta í 170.

 

- Fólkatalið í kommununi er veksandi. Tíðin stendur ikki í stað. Fólk gerast eldri, og fólk gerast gomul, sum tíðin gongur, sigur Heri Joensen í samrøðuni, sum kann lesast í Sosialinum mikudagin.