Ein pensjoneraður katólskur prestur er nú ákærdur fyri kynsligan ágang móti smábørnum í minst 93 førum. Presturin var tilknýttur einum katólskum dreingjaskúla Løgreglan í Australia hevur illgruna á ein fyrrverandi katólskan prest fyri standa aftanfyri fleiri føri av kynsligum ágangi móti undirárigum børnum úr privata, katólska dreingjaskúlanum, Saint Stanislausskúlin, sum liggur nakrar kilometrar úr Sydney.
Ágangurin er farin fram í einum longri tíðarskeiði, frá 1970 til 1980?ini, meðan presturin, Brian Spillane, undirvísti á skúlanum. Løgreglan stúrir fyri at nógvir av skúladreingjunum eru útsettir fyri kynsligum ágangi undir biðitímunum á skúlanum.
Tann nú 65 ára gamli presturin varð longu í mai ákærdur fyri tilsamans 33 tilburðir av kynsligum ágangi móti fimm fyrrverandi næmingum. Seinnameiri hava heili átta næmingar staðið fram, og mikudagin vórðu uppaftur 60 tilburðir settir afturat á ákæruritinum, sum nú telur heili 93 tilburðir.
Rektarin á skúlanum, John Edwards, greiðir frá, at hann fyrst fekk at vita um tilburðirnar fyri nøkrum fáum árum síðani, tá so løgreglan kom uppí leikin. Fyrrverandi presturin er nú tann fjóðri, sum er handtikin í samband við eina størri rannsakan um kynsligan ágang á bæði einum katólskum og einum angliskum skúla í Bathurst einaferð í 1970?árunum.
Uppaftur tveir prestar, sum eisini hava undirvíst á Saint Stanislaus, hava verið í ljósmálanum hjá løgregluni. Í gjár varð so ein annar, tann 66 ára gamli John Gaven, handtikin í búsetri sínum í Sydney. Ein triðji prestur er avhoyrdur av løgregluni, meðan ein fjóðri maður eisini er handtikin fyri kynsligan ágang.
Kelda: EkstraBladet