Árliga jólakonsertin í Fuglafjarðar Kirkju við hornorkestrinum og sangkórinum verður í dag klokkan 16.
Á skránni er millum annað tvær nýggjar útsetingar av føroyskum sálmun – sum Anne Mette Greve Klementsen, prestur, hevur gjørt – frumframførdar. Saman framføra kór og orkestur »Frið, Frið, Frið«, sum Páll Isholm hevur skrivað orð til – serliga til hettar høvið.
Fuglafjarðar sangkór er undir leiðslu av Heðini Kambsdal, og Fuglafjarðar Hornorkestur er undir leiðslu av Rúna Hentze.
– Hettar er eitt gott høvi til at koma í rættan jólahýr, siga tey í Fuglafirði.