Prestur í Fuglafirði meldar prædikumann

MELDAR Prestur í Fuglafirði hevur nú meldað víðgongda prædikumannin, Sjúrð Højgaard í Rituvík

Anne Mette Greve Klemensen, prestur í Fuglafirði, hevur nú tikið tað óvanliga stig at melda ein víðgongdan prædikumann til løgregluna.
Sjálv hevur hon ongar viðmerkingar yvirhøvur, men kriminalløgreglan í Føroyum váttar, at tey tey hava fingið eina fráboðan frá fuglafjarðarpresti.
Talan er um umstrídda prædikumannin, Sjúrð Højgaard í Rituvík, sum í óvanliga ógvusligum og víðgongdum vendingum, leggur efti presti í Fuglafirði.
Fuglafjørður hevur ein prest, enntá ein kvinnuligan prest, sum blástemplar sodomi, staðfestir hann.
Er nakað skil í fuglfirðingum, sparka teir hava hana út, ella fara teir sjálvir, sum hann málber seg.
- Hon er prestur sátans, staðfestir hann og leggur afturat, at hon mælir til hordóm og sodomi.
Sjúrður Højgaard nevnir enntá brot úr Bíbliuni um at drepa børn hennara og hann vónar, at várharra tekur í herðatoppin á henni og syftir hana úr kirjuni.

Vandamikil Breivikari
Marin Sólheim Thomsen, forkvinna í kirkjuráðnum í Fuglafirði, staðfestir, at tað er í samráð við hana, at prestur hevur meldað málið.
- Sjálvandi tók eg undir við, at prestur meldaði hetta málið, sigur hon
Annars fer kirkjuráðið heilt avgjørt at umrøða málið á fundi.
Men hon tekur málið í størsta álvara, tí hon heldur ikki, at útsøgnir, sum hesar, kunnu fara afturvið borðinum.
Tí heldur hon, at tað var neyðugt at melda.
Hon heldur, at Sjúrður Højgaard er ógvuliga vandamikil, serliga fyri ung, sum eru søkjandi í síni trúgv.
Hann er ein ”Breivikari”, leggur forkvinnan í kirkjuráðnum afturat.
Tað kann vera, at ein kundi smírast eitt sindur eftir honum í fyrstuni.
- Men nú er hetta vorðið so ógvusligt, at nú ber ikki til at flenna longur. Nú má tað takast í álvara, sigur Marin Sólheim Thomsen.
- Vit taka frástøðu frá øllum útsøgnunum hjá Sjúrði Højgaard ímóti okkara presti.
- Tað er forkastiligt, at ein frelstur føroyingur fer soleiðis fram ímóti øðrum.
Serliga er tað fallið henni fyri bróstið, tað hann sigur prestin sjálvan, børn hennara og húski hennara.
- Eg var lamsligin av at hoyra hann.
Hinvegin ivast hon ikki í, at nógv taka undir við Sjúrði Højgaard í sjónarmiði hansara um kvinnuligar prestar, um enn tey ikki brúka sama orðaval, sum hann.
Forkvinnan í Kirkjuráðnum staðfestir, at presturin í Fuglafirði hevur fulla undirtøku í Kirkjuráðnum og at hon er ein ógvuliga væl lýddur prestur ímillum fólkið.